Norðlýsið hevur fyri løtu síðani lagt ein film út, sum lýsir viðgerðina, Skálafjarðartunnilin hevur fingið frá Kringvarpinum. – Liljan Weihe ringdi fyri løtu síðani og hótti við at melda Norðlýsið fyri at taka tilfar frá Kringvarpinum, sum er alment atkomiligt tilfar.

Tað hevur loypt øði í, suðuri á Kringvarpinum, at úrskurðurin í kanningini hjá Gammeltoft, ikki bleiv sum ætlað.
Norðlýsið hevur í hesum sambandi gjørt ein film, har nógv av umtaluni av málinum, sum Kringvarpið hevur staðið fyri, er sett upp í móti teimum útsøgnum, Hans Gammeltoft Hansen er komin við í dag.
Men hetta hóvar ikki Liljani Weihe og hevur hon hótt við at melda Norðlýsið, fyri at taka tilfar frá Kringvarpinum.
Kringvarpið heldur seg annars ikki aftur við at brúka tilfar frá Norðlýsinum.