Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRINGVARP FØROYA kært Norðlýsið til fjølmiðlakærunevndina

JWJ

Fáar tímar eftir at nordlysid.fo skrivaði at starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sett starvsfelaga í leiðarastarv vóru vit uppringd av leiðsluni í Kringvarpinum har gjørt var okkum greitt at einki var farið ólógliga fram. Minni enn eitt samdøgur eftir at vit í grein á nordlysid.fo høvdu víst til at løgtingsumboðsmaðurin hevði gjørt úrskurð um ógegni í líknandi málið, stevndi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, stjóran á Norðlýsinum fyri fjølmiðlakærunevndina tí hesin arbeiður sum fjølmiðlamaður samstundis sum hann er formaður í Norðoya Sambandsfelag.

Fáar tímar eftir at nordlysid.fo skrivaði at starvsfólk í Kringvarpinum høvdu sett starvsfelaga í leiðarastarv vóru vit uppringd av leiðsluni í Kringvarpinum har gjørt var okkum greitt at einki var farið ólógliga fram. Minni enn eitt samdøgur eftir at vit í grein á nordlysid.fo høvdu víst til at løgtingsumboðsmaðurin hevði gjørt úrskurð um ógegni í líknandi málið, stevndi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, stjóran á Norðlýsinum fyri fjølmiðlakærunevndina tí hesin arbeiður sum fjølmiðlamaður samstundis sum hann er formaður í Norðoya Sambandsfelag.

Stevningin kom minni enn ein tíma eftir at kringvarpið varð noytt til at broyta yvirskrift í grein sum umrøddu notatskyldu løgmans eftir at nordlysid.fo vísti á at niðurstøðan hjá Kringvarpinum í Degi og Viku, í útvarpinum og í umrøddu grein var skeiv.

Samskiftið millum Norðlýsið og tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljan Weihe, byrjar við at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum er misnøgd við eina grein á www.nordlysid.fo:


LILJAN WEIHE:

Torsdag den 21. november 2013 11.24

Norðlýsið ákærir Kringvarpið fyri at siga eina beinleiðis lygn í greinini ”CIP drámaleikur í Degi og Viku.

Norðlýsið skrivar:

”Síðani kemur sjónvarpsmaðurin við eini beinleiðis lygn sum er fleiri ferðir endurtikin í Kringvarpinum: “… løgmaður hevur eisini einsamallur fundast við CIP í tveir dagar á rað….”

Løgmaður hevur í svari til Gunvør Balle, um spurningin, hvørt hann fundaðist einsamallur við CIP, greitt frá, at hann fundaðist við CIP 26. og 27. juni uttan embætisfólk. Hetta er tveir dagar á rað. Tískil kemur Norðlýsið við einari ákæru, sum ikki hevur hald í veruleikanum.

Vónandi rættar Norðlýsið hetta sum skjótast á einum sjónligum stað.


LILJAN WEIHE: 

Torsdag den 21. november 2013 13.53

Bíði spent eftir rættingini


NORÐLÝSIÐ:

 Onsdag den 27.11.2013 – 09:13

SETTU STARVSFELAGAÐA Í LEIÐARASTARV

Í gjár kunngjørdi leiðslan í Kringvarpinum at Liljan Weihe, eftir innstilling frá setanarbólki, var sett í fast starv sum leiðari fyri tíðindadeildina í Kringvarpinum. Starvið var annars áramálssett. Sum skilst var setanarbólkurin mannaður av starvsfelagum hjá umsøkjaranum

http://www.nordlysid.fo/settu+starvsfelag+i+leidarastarv.html


NORÐLÝSIÐ: 

Torsdag den 28.11.2013 – 09:48

STARVSETAN AV TÍÐINDALEIÐARA Í KRINGVARPINUM NEYVAN Í TRÁÐ VIÐ NIÐURSTØÐU HJÁ UMBOÐSMANNINUM

Tá starvsfólk í Kringvarpinum instillaðu Liljan Weihe sum tíðindaleiðara fram um aðrar umsøkjarar var tað neyvan í tráð við niðurstøðu um gegni hjá limum í einum almennum setanarbólki, sum Løgtingsinsumboðsmaður kom til í samband við starvsetan av aðalstjóra í nú niðurlagda uttanríkisráðnum.

http://www.nordlysid.fo/starvsetan+av+tidindaleidara+i+kringvarpinum+ikki+i+trad+vid+nidurstodu+hja+umbodsmanninum.html


LILJAN WEIHE :

Torsdag den 28. november 2013 14.51

Hey John William

Hvussu bleiv við rættingini?


Kringvarp.fo:

Den 28.11.2013 – 15:22

ADVOKATUR: LØGMAÐUR BREYT NOTATSKYLDINA

(samrøða við kendan advokat verður endurgivin á Kringvarp.fo eftir at baði Dagur og Vika og Tíðindasendingin í útvarpinum sitera kendan advokat fyri at siga at løgmaður breyt notatskyldina)


NORÐLÝSIÐ:

Den 29.11 – 05:37

HVAT SEGÐI ADVOKATURIN VIÐ KRINGVARPIÐ?

Smb. útvarpstíðindasendingini 28.11. kl. 18 vóru tey stórtíðindi borin, at løgmaður hevur ikki hildið notatskylduna. Sama søgan er eisini at finna á heimasíðuni undir yvirskriftini ”Advokatur: Løgmaður ikki hildið notatskylduna.”

http://www.nordlysid.fo/hvat+segdi+advokaturin+vid+kringvarpid.html

(í greinini verður dokumentera at tað sum advokaturin segði ikki er í tráð við niðurstøðuna hjá Kringvarpinum.)


NORÐLÝSIÐ:

29.11.2013 – 08:41

ADVOKATUR: TAÐ MÁ STAÐFESTAST AT LØGMAÐUR HEVUR HILDIÐ NOTATSKYLDU

Jógvan E. Winther Poulsen, adv. skrivar soleiðis í brævið til Norðlýsið í morgun: ……haldi eg, at tað ber til at staðfesta, at løgmaður í svari til Kristinu Háfoss frá 1. november 2013 og eisini í svari til Kristin Balle frá 25. oktober 2013, í veruleikanum hevur noterað tað, sum hann hevði skyldu til í mun til hvat hendi á hesum fundum…..

http://www.nordlysid.fo/tad+ma+stadfestast+at+logmadur+hevur+hildid+notatskyldu.html

KRINGVARPIÐ BROYTIR YVIRSKRIFT

frá at løgmaður hevur gjørt nakað skeivt til at umsitngin hjá løgmanni hevur ikki gjørt sína skyldu.


Norðlýsið:

fredag den 29. november 2013 11.17

KRINGVARPIÐ GJØRT LØGMANNI ÓRÆTT

Eftir at Norðlýsið gjørdi vart við at tíðindi í Kringvarpinum undir yvirskriftini: ” Løgmaður ikki hildið notatskylduna” ikki svaraði til tað sum advokaturin segði boðar tíðindaleiðarin nú frá at Kringvarpið hevur avgjørt at broyta yvirskriftina á heimasíðuni til: ”Umsitingin svikið løgmann”


LILJAN WEIHE:

Fredag den 29. november 2013 12.13

Minni enn ein tíma eftir at Kringvarpið var noytt at broyta yvirskrivt á heimasíðu stovnsins og minni enn eitt samdøgur eftir at Norðlýsið við tilvísing til niðurstøðu hjá løgtingsins umboðsmanni sáddi grundaðan iva um tilgongdina tá starvsfólk í Kringvarpinum avgjørdu at verandi tíðindaleiðari skuldi varðveita starvið fram um fýra aðrar umsøkjarar, fær Norðlýsið eina fráboðan um at Kringvarpið ætlar at kæra Norðlýsið fyri fjølmiðlakærunevnini sum einans er mannað av umboðum fyri høvuðstaðarpressuna.

Kæran er í fleiri pørtum men álvarsamasta kæran er vend móti persóninum John William Joensen og hansara starvsetan á Norðlýsinum:


Vísandi til leiðreglurnar um óheftan tíðindaflutning:

“…..Greinskrivarin hjá Norðlýsinum er John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag. Hetta í sær sjálvum er eitt brot á ásetingarnar um, at tað ikki eiga at liggja politisk motiv aftan fyri hansara greinar. Í grein 7. november 2013, “Andstøðan missur alla ávirkan og politiska støða løgmans er styrknað munandi”, skrivar John William Joensen, at um Kaj Leo Johannesen verður verandi formaður fyri Sambandsflokkin, kann hann sita sum løgmaður í 6-18 árini, og fer Sambandsflokkurin – flokkurin hjá John William Joensen sjálvum – at vera avgerandi faktorurin í føroyskum politikki í mong ár framyvir.

Tí er tað greitt, at John William Joensen er ógegnigur at viðgera viðurskifti, sum snúgva seg um hansara egna flokksformann.

Kringvarpið skilir, at Norðlýsið er ein lítil redaktión, og tað kann vera trupult við verandi manning at halda seg til idealini um óheftan tíðindaflutning. Men at lesarin als ikki verður kunnaður um, at greinskrivarin er politisk heftur og skrivar um sín egna formann, eigur at kunna sleppast undan. Tað er eisini undrunarvert, at løgmaður sjálvur ákærdi Kringvarpið fyri at bera ósannindi á Løgtingi 26. november. Tá nevndi løgmaður júst sum dømi, at Kringvarpið skal hava sagt, at løgmaður hevði fund við CIP í tveir HEILAR dagar. Løgmaður hevði sostatt hoyrt yvir seg, á júst sama hátt sum Norðlýsið, og styrkir hetta illgrunan, at Norðlýsið arbeiðir undir politiskum trýsti…..”


NORDLYSID.FO:

Mandag den 2. december 2013 14.01

RÆTTING: CIP DRÁMALEIKUR Í DEGI OG VIKU

(red: Tann 20. nov. var hendan greinin løgd út á nordlysid.fo har vit ákærdu kringvarp.fo fyri at lúgva. Hetta var alt ov sterkt orða í mun til tað sum sagt var í kringvarpinum og biðja vit sjálvandi um umbering fyri hetta. Tí henda rætting og endurprenting av grein.)

http://www.nordlysid.fo/cip+dramat.html


Fingu freist til hálvan Januar:

Men hóast Norðlysið hevur gjørt rættingar í áður nevndu grein og kunngjørt tað á fremstu síðu heldur leiðslan í Kringvarpinum fast við stevning og ákærurnar móti Norðlýsinum.

Kærustovnurin hevur givið Norðlýsinum freist til hálvan januar at svara ákærunum.

—————-

Tíðindaleiðarin í KVF er ógegni um stjórin á Norðlýsinum er tað

Hettar staðfestur Norðlýsið í svarið til Fjølmiðlakærunevndina uppá ákæru frá Kringvarpinum,  sum var send til kærunevndina í vikuskiftinum.

 

Viðmerkingar til kæru frá Kringvarpi Føroya

Norðlýsið skal hervið gera viðmerkingar til kæru frá Kringvarpi Føroya frá 29. november 2013.

Kæran hjá Kringvarpi Føroya móti Norðlýsinum er í fleiri pørtum, og Norðlýsið skal gera viðmerkingar til ymsu brotini í kæruni hjá Kringvarpi Føroya.

At byrja við skal Norðlýsið tó viðmerkja, at kæran hjá Kringvarpinum sýnist í ávísan mun at vera grundað á eina misskiljing av reglum í lógini um fjølmiðlaábyrgd.

Í kapittul 5 í lógini er undir yvirskriftini Fjølmiðlasiður, skrivað um skyldu hjá fjølmiðlum at halda góðan fjølmiðlasið. Hendan skyldan er ásett í § 34, stk. 1 í lógini.

Tað eru síðani gjørdar nakrar leiðreglur um, hvat mett verður at vera góður fjølmiðlasiður, men tað eg eftir fatanini hjá Norðlýsinum ein misskiljing av reglunum, tá Kringvarpið kærir Norðlýsið fyri at hava fram brot á leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið heldur enn á lógina um fjølmiðlaábyrgd.

 

Viðvíkjandi kæru um at bera fram skeivar upplýsingar

Kringvarp Føroya sigur í kæru síni, at Norðlýsið hevur givið skeivar upplýsingar í eini grein 20. november 2013. Í innganginum til sína kæru skrivar Kringvarpið eisini, at eftirsum at Norðlýsið ikki hevur vilja rættað sítt mistak, verður Norðlýsið kært til Fjølmiðlanevndina fyri at bróta góðan fjølmiðlasið.

Tað er týdningarmikið hjá Norðlýsinum at vísa á, at hetta ikki er rætt. Norðlýsið hevur rættað ta greinina, sum Kringvarpið vísir til.

Hjáløgd er útskrift frá heimasíðuni hjá Norðlýsinum frá 2. desember 2013. Her sæst at greinin fyri tað fyrsta er rættað, soleiðis at tær orðingar, sum Kringvarp Føroya hevur tikið sær tykni av, eru tiknar úr greinini.

Afturat hesum hevur Norðlýsið eisini í yvirskriftini til greinina biðið um umbering fyri teir feilir, sum eru gjørdir.

Tað er tí ikki rætt, tá Kringvarp Føroya mótvegis Fjølmiðlanevndini upplýsir, at Norðlýsið ikki hevur vilja rættað ta greinina, sum Kringvarpið kærir um.

Tað kann eisini viðmerkjast, at greinin er rættað at kalla beint eftir, at Kringvarp Føroya vendi sær til Norðlýsið. Hetta er í samsvari við tað, sum er skrivað í broti 4, stk. 12, í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, nevniliga at skeivar upplýsingar eiga at verða rættaðar skjótast gjørligt.

Hetta skuldi merkt, at kæran hjá Kringvarpinum mótvegis Norðlýsinum fellur burtur, eftirsum at sjálvt grundarlagið undir kæruni, at Norðlýsið ikki hevur vilja rættað upplýsingar, ikki er rætt.

Undir øllum umstøðum má niðurstøðan vera, at kæran er ógrundað ella hevur mist sín aktualitet, tá Norðlýsið hevur gjørt tær rættingar, sum kæran er grundað á.

 

Viðvíkjandi kæru um óheftan tíðindaflutning

Fyri tað fyrsta ger Kringvarpið aftur her tað mistak, at Kringvarpið kærir um brot á leiðreglurnar fyri góðan fjølmiðlasið, heldur enn brot á lógina.

Afturat hesum er tað púra burturvið at kæra Norðlýsið fyri ikki at arbeiða óheft, bert tí at undirritaði er formaður í Norðoyar Sambandsfelag.

Tað er ongin loyna og hevur ongantíð verið dult, at undirritaði er formaður í Norðoyar Sambandsfelag.

Tað má tó vera soleiðis, at tað at ein persónur, sum starvast hjá einum fjølmiðli, hevur havt ella hevur eitt ávíst tilknýti til ein politiskan flokk, ikki í sær sjálvum kann metast at verða brot á góðan fjølmiðlasið. Hetta kann so hvussu so er ikki vera brot á góðan fjølmiðlasið, um tann persónurin, ið talan er um, opið hevur kunnað um sítt tilknýti til ein ávísan persón.

Tað hevur týdning eisini at vísa til inngangin í leiðreglunum til góðan fjølmiðlasið, har tað er skrivað, at fjølmiðlasiðurin ikki eigur at verða lagdur út ella tulkaður strangliga fyri at kunna seta til viks aðalmálið, nevniliga at verja einstaklingin, men tó heldur ikki so víttfevnt, at tað skerjir rættin hjá fjølmiðlum óneyðuga til talu-, skrivi- og kunningarfrælsi, ella forðar kunning, sum hevur almennan áhuga.

Undirritaði hevur altíð meldað greitt út, at undirritaði er limur í Sambandsflokkinum. Tað átti tí heldur ikki at verið neyðugt hjá Kringvarpinum at nýtt hetta sum eitt brot í sínari kæru.

Norðlýsið metir í veruleikanum, at Kringvarpið við hesum sjálvt ikki arbeiðir samsvarandi leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið.

Tað er nevniliga í 4.3 í leiðreglunum skrivað, at tað er góður fjølmiðlasiður at sýna virðing fyri serkennum, samleika, privatlívi, uppruna, tjóðskapi og lívsáskoðan. Tað er hinvegin ikki góður fjølmiðlasiður at taka fram persónlig og privat viðurskifti, um tey ikki eru avgerandi neyðug fyri at lýsa málið.

Tá kæran hjá Kringvarpinum eftir sínum egna innihaldi fyrst og fremst snýr seg um eina grein, sum var í Norðlýsinum 20. november 2013, er tað eftir fatanini hjá Norðlýsinum, heilt óneyðugt at taka fram persónlig viðurskifti hjá undirritaða sum greinaskrivara, sum onki hava við hesa grein at gera.

Afturat hesum átti Kringvarpið sjálvt at um hugsa støðu sína í mun til politiskt tilhoyr, um hetta skal verða skotið øðrum í skógvarnar.

Um tað er brot á góðan fjølmiðlasið, at undirritaði sum blaðstjóri á Norðlýsinum er limur í Norðoyar Sambandsfelag og greitt meldar hetta út, kann tað sjálvsagt ikki góðtakast, at tíðindaleiðarin hjá Kringvarpi Føroya, ið er alment lønt, fyrr hevur verið kunningarráðgevi hjá Tjóðveldisflokkinum.

Um tað av Fjølmiðlanevndini verður mett sum brot á góðan fjølmiðlasið, at undirritaði er limur í Sambandsflokkinum, má tað eisini merkja, at tíðindaleiðarin hjá Kringvarpi Føroya má leggja starvið frá sær.

 

Viðvíkjandi brot á skyldurnar at rættað

Tað er sum longu nevnt, ikki rætt tá Kringvarpið skrivar, at Norðlýsið ikki hevur vilja rættað tað, sum er skrivað. Her verður víst til tað, sum er skrivað omanfyri og tí eigur kæran hesum viðvíkjandi at verða avvíst.

 

Rætturin at svara aftur

Tá Kringvarpið í kæru síni vísir til punkt 4.13 í reglunum um fjølmiðlasið og skrivar um brot á skyldu at svara aftur, er her aftur talan um misskiljing av reglunum.

Norðlýsið skal her vísa til § 36 í lógini um fjølmiðlaábyrgd, har tað er skrivað, at umbøn um loyvi at svara aftur, skal takast til eftirtektar undir ávísum umstøðum.

Í § 56, stk. 2 er skrivað, at tann sum upplýsingarnar viðvíkja, kanna seta umbøn fram um at svara aftur.

Her er tað Kringvarpið, sum skal biðja um at sleppa at svara aftur í Norðlýsinum. Hetta hevur Kringvarpið ikki gjørt, og tí kann ikki verða talan um brot hjá Norðlýsinum á reglurnar. Eisini hesin parturin av kæruni eigur tí at verða vístur aftur.

 

Hetta eru viðmerkingarnar hjá Norðlýsinum nú. Vit vilja gjarna venda aftur við fleiri viðmerkingum, tá Kringvarpið hevur havt høvið at gera viðmerkingar til hetta skrivið.

 

Vegna Norðlýsið 

John William Joensen, stjóri