Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya: loyvir sær at borðreiða tilfarð á so lágum støði fyri føroya ungdómi

Sólfríð Heinesen

Til Dia Midjord.

Kæri Kringvarpstjóri.

Eg má spyrja um tú sum stjóri kanst standa inn fyri ungdómssendingini ið varð send týsdagin kl. 16. Tað er sera syrgiligt at tað almenna útvarpið loyvir sær at borðreiða tilfarð á so lágum støði fyri føroya ungdómi.

Í hesum døgum leitar løgreglan eftir fólkum í Føroyum, sum hava barnapornografiskt tilfarð á telduni. Tað er átaluvert at útvarpi ið vit øll noyðast at gjalda til, gongur á odda við at senda pornografiskt tilfarð til okkara ungdóm.

Tí er mín spurningur eisini til útvarpsmálararáharran Bjørn Kalsø, um hann kann standa inn fyri hesum. 

Í sjónvarpinum í gjárkvøldið var brot úr einum sjónleiki, ið skal verða sýndur runt um í skúlum í Føroyum vístur. Ein varaskúlastjóri helt at hann var góður at nýta í sexualundirvísingini. Mær vitandi byggir endamálsorðingin í fólkaskúlalógini á kristnu siðalagslæruna. Kunnu skúlastjórar og kommunalu mynduleikar standa inn fyri at hesin sjónleikur sleppur inn um skúlans gátt?

Sólfríð Heinesen