Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið 50 ár

Norðlýsið

Tað var ikki hissini, sum høvuðsstaðarpressan gjørdi burturúr teim hálvthundrað árunum hjá Útvarpinum.

Vit fegnaðust øll um útvarpið, tá tað var sett á stovn í 1957. Vit sum minnast tíðina tá, kunnu valla lata vera við at fara aftur í tað nostalgiska, og minnast skiftið frá Vigra Radio og kanska eisini fiskabylgjuni, til vit fóru at lurta alt meira og meira eftir útvarpinum.
Minnist tá vit gingu í millumskúla og útvarpið fór undir at senda Dólgarnar í Kardumummubýi, sjálvt um vit í skúlaflokkinum tá vóru hálvvaksin og kanska hildu okkum vera vaksin, so hildu vit oyranum tætt at lurtinum tey kvøldini Dólgarnir vóru á skránni, tí tað var hetta vit flentu at í skúlanum dagin eftir.
Útvarpið tá hevði eina ótrúliga ávirkan á fólkið. Ikki minst tíðindasendingarnar. Vit ótu døgurða á miðdegi, og gud náði hann, ið lat munnin upp ímeðan tíðindini vórð lisin. Tó, senditíðin hjá útvarpinum var stutt í byrjanini, og hetta hevði við sær, at framhaldandi var nógv lurtað eftir Vigra Radio úr Noregi, og flestu okkara munnu minnast fleiri av norsku slagarunum, ið tá vóru frammi í norsku tónleikasendingunum og ynskikonsertunum.
Tá so Telefonverkið fekk nýggja tøkni og tað ikki longur bar til at hoyra telefonsamrøður við skip, ja tá fór útvarpið alsamt at senda fleiri tímar og týdningurin hjá hesum miðlinum bara vaks.
Tá vit tosa um at lurta á fiskabylgju ella eftir telefonsamrøðum við skip um Tórshavn Radio, so kann til stuttleika nevnast søguna um konuna, ið var flutt inn í nýggj hús, og tosaði við mannin sum var til skips. Vanligt var tá, at tú flutti inn í húsini tá tú kundi gera mat í køkinum og sovikamarið var somikið liðugt at sovast kundi har. Um telefonina spyr maðurin konuna um teir hava verið og gjørt trappuna uttanfyri. Til hetta svarar konan: “Eg havi eg fingið wc, so nú skítið eg á trappuna”. Jú um Tórshavn Radio var eisini undirhald.
Seinnu árini hevur Kringvarpið ikki havt nær so stóra ávirkan á okkum føroyingar, sum tað hevði tá. Kappingin er harðnað í ógvusligt mát, og eftir okkara tykki hevur serstakliga útvarpið ligið á heilt skeivarik kós hesi seinastu árini. Tað er líkasum at tað sum hevur ligið fremst í hugaheiminum hjá leiðsluni at halda fast um, at øll skulu lurta eftir útvarpinum.
Hetta er ein kapping, sum útvarpið átti at frammanundan at teir fóru at tapa. Í staðin fyri at senda allar lættisoppasendingarnar um morgnarnar og eisini út á seinnapartin, Atti nógv størri orka at verið løgt í at gjørt viðkomandi sendingar og ikki minst at styrkt um tíðindatænastuna.
Útvarpið átti eftir okkara meti, at havt stuttar tíðindasendingar nærum hvønn tíma og átti eisini at lagað hesar eftir tí sum fyrifórðst í samfelagnum.
Eitt nú er upplagt, at útvarpið tekur við, tá illveður er, og húsatekjur og fluttningstól eru í vanda av stormi, at teir tá hava reglulig tíðindi allan dagin sum sigur frá støðuni og kanska eisini tekur ímóti boðum frá fólki ið kunnu koma við ávaringum, eins og áminningar við vanda um koyring áttu at komið í útvarpinum leypandi.
Vit fara her á pástanda, at føroyingurin ongantíð áður hevur lurtað so lítið eftir útvarpinum, sum hann ger nú. Tá vit siga lurta, so verður tíðin tá útvarpið bara stendur frá ikki roknað við.
Vit eru samdir við tey sum halda, at útvarpið eigur at leggja nógv størri dent á public service hugtakið og latið aðrar um lættisoppasendingarnar.
Við hesum fara vit at ynskja Kringvarpinum tillukku við teim fimmti og góðan byr framyvir, helst á øðrum bógvi.

Harleyfacadeacryl