Tað eru í dag liðin 60 ár síðani Útvarp Føroya, sum tað tá kallaðist, fór at senda regluliga.
Tað eru í dag liðin 60 ár síðani Útvarp Føroya, sum tað tá kallaðist, fór at senda regluliga.
Kringvarpið ger nógv burturúr runda føðingardegnum og á heimasíðuni kvf.fo er millum annað løgd ein tíðarlinja, har til ber at hoyra og síggja kend, søgulig tíðindabrot.
Norðlýsið skrivaði tann 8. februar 1957 um nýggja fjølmiðilin. Millum annað skrivar blaðið: “So langt sum vit hava frætt úr Norðoyum hoyrist útvarpið væl; tónleikur verður endurgivin við fyrstafloks ljóðinnihaldi, so amboðini eru góð, sum fingin eru.”




