Við at gera seg inn á inntøkugrundarlagið hjá privatu miðlunum, er vandi fyri, at fjølbroytni í miðlalandsskapinum verður skert, og at Kringvarpið situr eftir sum alment miðlamonopoli, stýrt av privatum peningaligum áhugamálum. Og hvat er tá vunnið?
Við at gera seg inn á inntøkugrundarlagið hjá privatu miðlunum, er vandi fyri, at fjølbroytni í miðlalandsskapinum verður skert, og at Kringvarpið situr eftir sum alment miðlamonopoli, stýrt av privatum peningaligum áhugamálum. Og hvat er tá vunnið?
Kringvarpið kann ikki bæði vera privat, við vanda fyri heftni, og alment, við vón um óheftni.
Vit skulu hava eitt breitt og fjølbroytt miðlalandskap, har alment og privat virka lið um lið, men ikki av hvørjum øðrum.
Tí kann tað ikki góðtakast, at Kringvarpið verður sponsorerað av privatum fyritøkum, ella at raksturin avhongur av lýsingarinntøkum.
Pressufrælsi er ein grundsúla undir demokratinum, sum vit sosialdemokratar vekta hægri enn nakað annað. Veruligt pressufrælsi byggir á óheftan tíðindaflutning, og skal ikki verða treytað av fígging frá eitt nú privatum vinnurekandi.
Tí fer Javnaðarflokkurin í næstum at leggja uppskot fyri tingið um at banna lýsingum og sponsoravtalum í Kringvarpinum. Hetta er eisini fult í trá við breiðu semjuna um public service sáttmálan, har allir flokkar tóku undir við at banna lýsingum og sponsoravtalum í almenna kringvarpinum.
Kringvarp Føroya eigur einans at verða fíggjað við brúkaragoldnum kringvarpsgjaldi, fyri á tann hátt at tryggja óheftni, við at verja varpið ímóti trýsti frá peningaligum og politiskum áhugamálum. Og eisini fyri at tryggja tilverugrundarlagið hjá øðrum aktørum í miðlalandsskapinum.
Tíverri ynskir verandi samgonga ikki at bøta um fíggjarligu orkuna hjá Kringvarpinum, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava skotið upp. Tí má hetta vera eitt hitt fyrsta máli, sum ein nýggj samgonga við Javnaðarflokkinum má taka upp.
Public service eigur at tryggja okkum eitt Kringvarp, har trúðvirði, óheftni og fjølbroytni eru í hásæti.
Fyri at tryggja eina ávísa breidd og kapping á tíðindamarknaðinum, skulu privatu miðlarnir eisini hava góðar karmar at virka undir. Men á frælsa marknaðinum, bæði hvat viðvíkur innihaldi og fígging.
Kringvarpið hevur hinvegin ávísar treytir at virka undir. Tað skal styrkja borgarans evni at virka í einum demokratiskum samfelagi, avspegla Føroyar og føroyingar og menna føroyska málið, stimbra mentan og skapanarevni, vitan og fatan. Afturfyri fær stovnurin í løtuni umleið 45 mió. kr. árliga beinleiðis frá fólkinum at ráða yvir.
Gjøgnum lýsingar og sponsoravtalur máðar Kringvarpið støði undan pressufrælsinum, og harvið eisini undan einum av demorkatisku grundsúlunum. Fortreytin fyri fólkaræðinum eru fjølbroyttir OG óheftir miðlar.
Endin kann lættliga gerast, at Kringvarpið situr eftir sum eitt alment miðlamonopol, sum vit kenna tað frá londum, sum vit vanliga ikki vilja samanbera okkum við. Og hvat er tá vunnið?
v. Rigmor Dam,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og umboð í Mentanarnevnd Løgtingsins




