Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið fer kanska at síggja ljósið!

John William Joensen

Sjónliga avdúkaður og skakaður løgmaður, tá embætisfólk í Innlendismálaráðnum greiddu honum frá, hvat veruliga stóð í lógbókini. Frammanundan hevði løgmaður sjálvur tulkað lógartekstin – tað vísti seg at vera berur heilaspuni.

Tað var ikki løgmaður, ið setti nýggja landsstýrismannin í Innlendismálum upp á pláss, men heldur hinvegin landsstýrismaðurin, ið setti løgmann, Jóannes Ejdesgård, upp á pláss. Útlendingamál eru  umsitin rætt eftir lógini og samsvarandi teimum politisku avtalum, sum gjørdar eru við danir. Lógin er donsk, og tað er sjálvandi danska Integratiónsmálaráðið, ið hevur tulkingarrættin.

Klippti út í papp
Kringvarp Føroya var við sama høvi um at síggja ljósglæmuna og kundi tí koma við einari  frágreiðing. Tað glógvaði í onkrum av mongu kringvarpsmonnunum, ið kanska hevði tikið seg saman at lesa innihaldið í útlendingalógini ella lurta eftir, hvat nýggi landsstýrismaðurin hevði at siga, og tað mugu vit á Norðlýsinum taka sum eitt framstig fyri public service stovnin Kringvarpið. Í veruleikanum segði Jacob júst tað sama, sum Jógvan alla tíðina hevur sagt, men hann var greiðari og klippti snøgt sagt málið út í papp. Tað er helst neyðugt. Men at Kringvarpsstjórin lat vanliga naivitetin koma til sjóndar aftur týskvøldið eftir, gjøgnum vertin í "kjakinum," er tekin um, at enn er langt á mál.

Vantandi vitan
Mong vistu sjálvandi frá heimasíðunu hjá Innlendismálaráðnum, hvat útlendingamál snúgva seg um, og hvat lógin og reglurnar siga. Norðlýsið hevur ferð eftir ferð víst á trupulleikarnar í subjektiva og tendentiøsa tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum. Men tað var sum at sletta vatn á gás. Tíðindamenninir framtúraðu við sínari vantandi vitan, og stjórin í Kringvarpinum var sum vant púra steinrunnin, og mest konsentreraður um V-4 kúlur, meðan ráðharrin við Mentamálum, sum skal eitast at hava ábyrgdina av nýggja undrinum : Kringvarpi Føroya,  bara gjørdi tað, sum hann er bestur til: at lata sum einki og helst onga meining hava um nakað sum helst.

Pípudansur
Sannleikssendingin vísti heilt greitt, at Innlendismálaráðið, og landsstýrismaðurin, Jógvan við Keldu, hava umsitið útlendingamál rætt eftir lógini, meðan føroysku politikararnir, við Føroya løgmanni á odda, ongantíð hava sett seg inn í málið, ikki hava kent lógir og reglur fyri slíkum álvarsligum mannagongdum, men hava sum reinir opportunistar, bert dansa eftir pípunu hjá sensatiónshungrandi fjølmiðlafólki, sum í útlendingamálum mest hava virkað sum pallsmiðir, ið hava sett sjónleikir, helst rørandi sorgarleikir á pall.

Ikki sannleiksvitni
Sjálvt um Bertel Haarder, danski ráðharrin í integratiónsmálum, skrivliga hevði boðað bæði løgmanni og føroyskum politikarum frá hesum reglum, vóru borgararnir framhaldandi vitni til sorgarleikirnar. Í avdúkandi tíðindasendingini í ÚF ynskti løgmaður, forstáðiligt nokk, als ikki at koma til orðanna sum sannleiksvitni, men bað Jacob Vestergaard siga tað, ið sigast skuldi. Hendingin vísti enn einaferð ómegd løgmans, tá á stendur. Tað er nógv lættari at flyta seg runt í hægri luftløgunum og undirskriva ivasamar sáttmálar her og har heldur enn at seta seg inn í triviell mál her á landi.

Syndarligt grundarlag
Á hesum syndarliga grundarlagi hevur løgmaður, sum annars hevur stórar ambitiónir og fegin ferðast víða um heimin saman við teimum stóru heimspolitikarunum, júst loyst landsstýrismann úr starvi, sum røkti sítt arbeiði eftir bókini. Hesi rættindi hevur løgmaður nú á døgum, og heppin sum hann er, nýtist honum als onga grundgeving fyri at gera slíkt. At tað fellir honum lætt at handhevja hetta privilegium sæst av talinum á landsstýrismonnum, sum falnir eru fyri hond løgmans innan fyri bert tvey ár.

Aftur oyðimarkargongd ?
Vit fara at ditta okkum til at mæla løgmanni til at seta seg inn í málini, sum hann hevur ábyrgd av. Tað kundi hent, at hann so slapp undan at nýta sín illa umtókta framíhjárætt. Annars kundi tað verið so skjótt, at hann aftur varð sendur út á eina oyðimarkargongd í eini 8 ár, har góðir møguleikar skuldu verið fyri at hugsa seg um í einsemi.

Lóg skal haldast
Landsstýrismenn og embætisfólk í ráðunum hava ongan annan møguleika enn at halda seg til landsins lógir. Vit eru øll samd um, at útlendingar her á landi hava betri viðferð uppiborna, enn myndugleikin mangan hevur verið førur fyri at boðið teimum. Ikki minst er hetta okkara moralska skylda. Men lógarverkið, sum løgmaður hevur ábyrgdina av, hevur ikki loyvt hesum, og lógin skal sum kunnugt haldast.

Lógloysi valdaði
Løgmaður hevur ábyrgd av, í samráðingum við danir, at fáa broytt útlendingalógina og arbeiðismarknaðarlógina soleiðis, at hetta er møguligt. Við tí svansi og lógloysi í huga, ið fyrr valdaði her á landi, serliga innan ítrótta – og arbeiðismarknaðarøkið, har hæddarpunktið var, tá ein hópur av útlendskum arbeiðskvinnum ikki fekk mat í munnin og nóg illa tak yvir høvdið, so mugu vit siga, at fyrrverandi landsstýrismaðurin við avtalum við Integratiónsmálaráðið fekk bøtt munandi um viðurskiftini, serliga við at stytta viðgerartíðina, hóast hann var fult greiður yvir, at veruliga loysnin bert kundi røkkast við at yvirtaka málið.

Er við at læra
At løgmaður nú sigur, at samgongan er samd um, at útlendingar, sum eru í landinum, skulu viðgerast við so stórari vælvild sum gjørligt, er ikki nakað nýtt. Men at hann nú partvíst saman við Kringvarpinum tykist skilja, at tað eru danir, ið hava tulkingarrættin til lógina, bendir á, at hann er við at læra nakað nýtt. Hetta nýggja kann bert fyriskipast í samráðingum við danir.

Tá eg ongan rættin kann fá
Illa gekst vælkenda, men láturliga landsmanni okkara, sum á sinni helt seg ongan rættin fá og tí kravdi sjálvur í lógbókini at sjá. Vónandi skulu vit ikki bíða heilt til 2015 fyri at løgmaður fer at finna fram til neyðugu loysnina. At onkur í Kringvarpinum nú kanska hevur sæð eina ljósglæmu, gevur kanska vónir um bjartskygni. Í sendingini "kjakinum" týskvøldið vísti nýggi landsstýrismaðurin í hvussu so er, at hann hevur skilt, hvat málið snýr seg um. Hetta er meira enn sigast kann um hinar luttakararnar, og allar minst sum sera naiva vertin, sum stóð sum á kalvabaki.

Tillukku
Jacob Vestergaard,
ein góð frumframførsla.