Tað tænti ongum at Jan Lamhauge, sjournalistur í KVF segði at Jørgen Niclasen hevði páført landskassanum eitt tap. Landskassin misti nevniliga ikki uppá Jørgen Niclasen ella felagið hann var stjóri í. Í staðin fyri at liggja og vevjast uppí skeivum niðurstøðum, átti KVF at at viðgjørt politiska moralin sum Gestur Hovgaard var inni á. Og her er spurningurin um hvørt landsstýrismaðurin hevur sagt ósatt sjálvandi áhugaverdur
Tað tænti ongum at Jan Lamhauge, sjournalistur í KVF segði at Jørgen Niclasen hevði páført landskassanum eitt tap. Landskassin misti nevniliga ikki uppá Jørgen Niclasen ella felagið hann var stjóri í. Í staðin fyri at liggja og vevjast uppí skeivum niðurstøðum, átti KVF at at viðgjørt politiska moralin sum Gestur Hovgaard var inni á. Og her er spurningurin um hvørt landsstýrismaðurin hevur sagt ósatt sjálvandi áhugaverdur
Tað er lætt hjá fólki sum ikki hava lisið skjølini og vitnisfragreiðingar at hava avgjørda meining um málið sum aftur var viðgjørt í sending gjárkvøldi í KVF. M.a. er tað faktuelt skeivt at Jørgen skal hava kosta landskassanum eitt tap, tí landskassin fekk sínar pengar. Nógv var gjørt burtur úr í sendingini har fyrrverandi kendir politikarar søgdu at ein kann ikki verða landsstýrismaður um ein hevur nakað “millumverandi” við landskassan. Jørgen Niclasen og felagið hann var stjóri í skyldar ikki landskassanum.
Har vóru eisini aðrir feilir í sendingini sum ger at málið nú eftirfylgjandi er enn meira grugga.
Gestur Hovgaard var á rættari leið og nærkaðist kjarnuni í málinum tá hann tosaði um “politiska moralin” og hesum átti KVF at fylt ístaðin fyri at brúkt alla orku til at døma Jørgen við útsøgnum sum ikki kunnu brúkast sum prógv. Eisini var líti gjørt burtur úr mótstríðandi frágreiðingum frá tollarum og málinum um innlit sum er ein sonn skandala.
Orsøkin til at sendingin gjárkvøldi ikki viðgjørdi kjarnuna í málinum var óiva at hon í útgangsstøði skuldi prógva at Jørgen hevði snýtt tollvaldi – tí tann pástandin førdu portalurin og KVF fram áðrenn teir fingu innlit í avhoyringar og vitnisfrágreiðingar hjá politinum og sum var ein niðurstøða sum var bygd á eina frágreiðing sum Sveinur Tróndarsson hevði skrivað sum starvsfólk hjá landsgrannskoðaranum og á annað avmarkað innlit. Fútin er nevniliga púra greiður í sínari niðurstøðu nevniliga at tollvaldi fullvæl visti um viðurskiftini og tigandi góðtók tað sum fór fram.
Tað sokallaða prógvi um at Jørgen skal hava snýtt føroysku Toll myndugleikarnar bygdi á eina útsøgn hjá einum deyðum manni sum var illa kroystur tá hann av politinum verður spurdur hví vørur vóru útflýggjaðar úr goymslu sum hann hevði ábyrgd av. Hesin skyldar uppá Niclasen – og hetta er prógvi sum skal hjálpa KVF uppúr klemmuni stovnurin er komin í eftir at hava ákært landsstýrismannin fyri at hava snýtt tollvaldið??
Fleiri aðrir feilir vóru í sendingini sum ikki eru nøktandi fyri ein stovn sum KVF.
Áðrenn nýggja tolllógin varð sett í gildið var tað meira reglan enn undantakið at roknskapir ikki vóru latnir inn og tí var tað ikki løgi fyri tey sum minnast tíðarskeiði at fyritøkan N. Niclasen sum var í svárum fíggjartrupulleikum tá Jørgen tók við og sum arbeitt var við at endurreisa – ikki hevði latið roknskap inn.
Í staðin fyri at liggja og vevjast uppí skeivum niðurstøðum, átti KVF at viðgjørt politiska moralin sum Gestur Hovgaard var inni á.
Hvørji krøv eru til “reinleikan” hjá einum landsstýrisfólki og nær er ein persónur ikki egnaður til at verða landsstýrismaður og so latið hyggjaran sjálvan meta um út frá tí sum er komið fram um tollmálið. Her er tað sjálvandi eitt krav at landsstýrisfólk siga sannleikan.
Royndin hjá KVF ferð eftir ferð at prógva at Jørgen skal hava snýtt tollvaldið hevur koyrt orðaskifti av sporinum og er bert ein roynd hjá stovninum at leggja upp fyri sviðanum tá stovnurin einaferð antin av kærunevnd ella Føroyarætti verður dømt at viðurkenna at prógv eru ikki fyri at Jørgen Niclasen skal hava snítt tollmyndugleikarnar.
Eitt afturat – KVF skal verða ópolitiskt, men tað kann tykjast eitt sindur tilrættarlagt at ein dokumentarsending var flutt frá hóskvøldi, sum vanligt er at hava dokumentar, til mánakvøld? Løgtingið hevur lýst til fund mikudagin – var hetta kanska tilvild ella er tað eins upplagt sum páhaldi hjá KVF um at Jørgen Niclasen MÁ hava vita at tollkreditturin var uppsagdur?




