Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið plágar foreldur og familju

John S. Myllhamar

Havi áður gjørt vart við ta herferð, sum KvF rekur, tá ið brotsverk og lógarbrot vera fram. Hvussu stovnurin, tíma eftir tíma, dag eftir dag, viku eftir viku, mána eftir mána við somu orðum, sigur frá somu hending. Hungrið eftir at skapa sensatión úr einum tilburði, kemur týðiliga fram, tá ið sagt verður frá.

Minnist eina mammu, hvørs sonur hevði framt eitt lógarbrot, hvussu svárt tað tað kendist henni, at hetta var umtalað við somu orðum allan desember-mánaða heilt til jólaaftan tað árið. Onkur í húsinum vildi hoyra tíðindini í útvarpinum, tá stillaði hon seg við vaskið og skrúvaði kranan frá, fyri ikki at hoyra tíðindini, har sonurin var navngivin. Hon tók sær sera nær av hesum.

Í løtuni hevur Kringvarpið, í okkara lítla landi, valt at jagstra eini foreldur í Suðuroynni og teirra familju, tí sonur teirra hevur fram eina brotsgerð. Í hvørjari tíðindasending gjøgnum dagin, hava tey grammliga lisið upp somu orð. Sama søgan hevur verið frammi seinastu dagarnar. Hvussu munnu tey avvarandi kenna seg, tá ið barn teirra verður viðgjørt í hvørjari tíðindasending? Hvat vil stovnurin vinna við hesum? Er hetta ikki eitt mál, sum løgreglan og dómsvaldið aleina eiga at taka sær av?
Onkur hevur sagt, at fyri at gerast journalist, mást tú vera ísakaldur og kensluleysur, men eitt mark má vera, uttan so at ein ikki er heilt samvitskuleysur. Hvussu, at sett seg í stað teirra avvarandi – hvat um tað vóru míni egnu, sum vóru komin illa fyri?Tann spurning áttu fjølmiðlafólk eisini sett sær.

John S. Myllhamar