Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið røkkur ov illa út um landið

Helgi Abrahamsen

Løgtingið hevur í dag aðalorðaskifti um Public service-sáttmálan millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.

Løgtingið hevur í dag aðalorðaskifti um Public service-sáttmálan millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.

Ikki óvæntað høvdu framsøgufólkini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi nógv rósandi orð at bera Kringvarpinum, meðan framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum var rættiliga kritiskur (tó eisini rósandi) í sínum orðavali.

Eitt afturvendandi evni, sum framsøgufólkini hava havt á orði er, at Kringvarpið hevur ov ilt við at røkka útum høvuðsstaðin.

Javnaðarflokkurin

Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum helt eina rættiliga yvirskipaða røðu, sum í stóran mun viðgjørdi týdningin av tíðindum í síni heild. Hann vísti á, at tíðindi sum vit fáa nú á døgum eru ikki altíð álítandi – tað sóu vit til dømis í sambandi við amerikanska forsetavalið – og tí er umráðandi at hava ein stovn, sum vit hava ein sáttmála við, um at tíðindini skulu vera álítandi.

Jónleif Johannesen helt eisini, at tað kundi verið eitt gott hugskot at havt tíðindafólk ella ábyrgdarfólk, sum búðu úti um landið, fyri at fáa útjaðaran betur umboðaðan í tíðindaflutninginum.

Tjóðveldi

Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi segði, at Publice service-sáttmálin tryggjar, at Kringvarpið ikki verður stýrt av politiskum ella handilsligum áhugamálum. Eisini tryggjar sáttmálin fakligheit og sakligheit, segði hon. Óluva Klettskarð helt sum heild, at Kringvarpið virkar væl og rakar breitt til allar áhugabólkar.

Fólkaflokkurin

Jógvan á Lakjuni helt, at heldur enn at tosa um Public service-sáttmálan áttu vit at tikið og endurskoða alla kringvarpslógina.

”Tað er lítið nýtt í hesum sáttmálanum, og eg skilji ikki at mann hevur brúkt 4 ár um at skriva hetta, tí eg skuldi klára tað uppá ein fyrrapart,” segði hann og vísti á, at tað mesta er endurtøka úr gamla sáttmálanum.

Jógvan á Lakjuni mælti til at Kringvarpið fór at senda fleiri sendingar við føroyskum sangum og heldur færri ”snakkisendingar”, sum hann tók til. Hann saknaði ein politikk á tí økinum, og hann undraðist eisini á, at hvørja ferð onkur kendur sangari doyði, so vóru heilar sendingar um tað, tí verturin av eini ella aðrari orsøk kendi tann deyða. Hann helt hetta vera dømi um ”selfi-mentan”.

Eisini Jógvan á Lakjuni helt, at Kringvarpið átti at verið betur umboðað runt landið.

Orðaskiftið heldur fram, og vit hava meira um tað seinni.