Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið sponsorerar Farec ráðstevnuna

John William Joensen

FAREC og Kringvarp Føroya hava gjørt avtalu um samstarv har FAREC sleppur at lýsa ókeypis í Kringvarpinum afturfyri at Kringvarpið far rættindi fram um aðrar miðlar

Vit hava tosað við tíðindaleiðaran og leiðaran á Miðladeildini hjá Kringvarpinum men teir vilja ikki kallað avtaluna fyri sponsorrat. 

– Vit hava gjørt eina avtalu um ein lýsingarpakka í Kringvarpinum, sigur Miðlaleiðarin. 

– Eg vil ikki kallað tað fyri eina sponsoravtalu – men heldur eitt samstarv. 

– Nei talan er als ikki um at Kringvarpið er sponsor hjá FAREC, sigu ein avgjørdur tíðindaleiðari. 

– ES orðaskiftið er sera aktuelt og tí fara vit í Kringvarpinum at seta fokus á tiltakið í Norðurlandahúsinum. Tað verður gjørt við samrøðum og øðrum, sigur tíðindaleiðarin í Kringvarpinum. 

Miðlaleiðarin váttar tó at í samstarvinum er avtalað gjørd um at FAREC sleppur at lýsa í Kringvarpinum uttan beinleiðis at rinda pening fyri lýsingarnar. 

Tó undirstrikar hann at FAREC sleppur ikki undan at gjalda og sum skilst er tað í form av samrøðum – sum kringvarpið far rættindi til fram um aðrar fjølmiðlar.

Harleywoodpaint