Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið valdi ikki at vísa frágreiðing frá Jørgin

John William Joensen

Hóast Kringvarp Føroya í fleiri vikur í tíðindasendingum hevði eftirlýst eina frágreiðing frá saksøkjaranum, sýtti Kringvarp Føroya at senda frá tíðindafundinum, skrivar Jørgen Niclasen í stevning síni.

Hóast Kringvarp Føroya í fleiri vikur í tíðindasendingum hevði eftirlýst eina frágreiðing frá saksøkjaranum, sýtti Kringvarp Føroya at senda frá tíðindafundinum, skrivar Jørgen Niclasen í stevning síni.

Jørgen Niclasen kallaði inn til tíðindafund tann 17. januar 2014, har hann legði fram eina frágreiðing um tollmálið, eins og hann eisini legði fram øll týðandi skjøl í málinum. Frágreiðingin, sum varð løgd fram á tíðindafundinum við undirskjølunum 1 – 75, verður viðløgd sum skjal 2.

Hóast Kringvarp Føroya í fleiri vikur í tíðindasendingum hevði eftirlýst eina frágreiðing frá saksøkjaranum, sýtti Kringvarp Føroya at senda frá tíðindafundinum.

Tíðindafólk frá Kringvarpinum møttu upp til tíðindafundin og settu spurningar, men einki av hesum varð endurgivið í Degi og Viku sama kvøld.

Í útvarpinum hetta kvøldið verður eitt tíðindafólk frá Kringvarp Føroya spurt, um saksøkjarin á tíðindafundinum hevði reinsað seg sjálvan. Tað helt viðkomandi ikki. Í Degi og Viku tann 17. januar 2014 verður so at siga einki endurgivið frá tíðindafundinum. Dagur og Vika hevði í staðin eina samrøðu við Svein Tróndarson um avdúkingina av tollmálinum hjá saksøkjaranum undir sonevndu ”Vangamyndini”, har hann verður róstur fyri sítt avrik.