Spennandi verður at síggja, hvussu hugnaløtan og mentanartiltakið á Posthúshjørninum fer at eydnast nýggjársaftan
Hetta er nakað nýtt í Klaksvík, ikki bara at vit fara at telja 2013 niður, men ikki minst at borgarstjórin, Jógvan Skorheim fer at heiðra eitt lokalt listafólk.
Býráðið hevur fingið Kringvarpið hendavegin at senda myndir frá løtuni. Ídag vóru sjónvarpsfólk í Klaksvík og blivu kunnað um umstøðurnar. Tað er Elsa Olsen, komandi stjórin á Kunningarstovuni í Klaksvík, ið hevur ábyrgdina av tiltakinum, og hon kunnaði sjónvarpsfólkini um umstøðurnar.
Klaksvíksvegurin verður eitt nú stongdur fyri ferðslu frammanfyri Posthúsið, komandi mentanarhúsið í Klaksvík, faklar verða settir upp og ætlanin er at gera ein lítlan pall út av posthústrappuni. Men ein alternativ ætlan er eisini, og tað er at fara inn á posthúsið um veðrið verður vánaligt, tað verður skipað við einum palli í stóru garasjuni.
Nærri verður kunnað seinni, men sjónvarpið ætlar í hvussu so er at senda “live” myndir úr Klaksvík á miðnátt, so tað ræður um at finna tær stóru neyðrakettirnar fram og vísa øllum Føroya Fólki eitt rættuligt klaksvíksnýggjárshald.




