Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið vil ikki viðmerkja leiklut hjá varaborgarstjóranum

John William Joensen

Hóast fjølmiðlakærunevndin viðger eitt mál har leiðslan í KVF hevur kært stjóran á Norðlýsinum fyri at verða aktivur í Sambandsflokkinum samstundis sum hann virkar sum miðlafólk – so vil leiðslan í KVF ikki gera viðmerkingar til til leiklutin hjá varaborgarstjóranum hjá Tórshavnar Kommunu í Kringvarpinum. Tí hevur Norðlýsið í morgun sent fjølmiðlakærunevndini bræv.

Hóast fjølmiðlakærunevndin viðger eitt mál har leiðslan í KVF hevur kært stjóran á Norðlýsinum fyri at verða aktivur í Sambandsflokkinum samstundis sum hann virkar sum miðlafólk – so vil leiðslan í KVF ikki gera viðmerkingar til til leiklutin hjá varaborgarstjóranum hjá Tórshavnar Kommunu í Kringvarpinum. Tí hevur Norðlýsið í morgun sent fjølmiðlakærunevndini bræv.

Fjølmiðlanevndin Klaksvík 
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

Ískoytisviðerkingar til kæru frá Kringvarpi Føroya

Eg vísi til omanfyri nevnda mál og tær viðmerkingar, sum Norðlýsið gjørdi 17. februar 2014.

Kringvarp Føroya hevur gjørt tað til part av hesum máli, at støða skal takast til, um Norðlýsið er óheftur miðil ella ikki.

Sum Norðlýsið hevur nevnt í brævi til Fjølmiðlanevndina, eru vit á Norðlýsinum av tí áskoðan, at tað ikki er Kringvarp Føroya, sum endaliga tekur dagar ímillum um fjølmiðlar í Føroyum eru óheftir ella ikki.

Tað skal í hesum sambandi viðmerkjast, at síðani Norðlýsið hevur skrivað brævið tann 17. februar 2014, hava vit á Norðlýsinum eisini lagt til merkis, at Jógvan Arge, ið er varaborgarstjóri í Havn (umboðandi Tjóðveldi), og sum í nógv ár hevur verið uppstillaður fyri Tjóðveldi, í drúgvari sending, sum hevur verið endursend, hevur hugleitt um føroyskan politikk saman við øðrum tjóðveldismanni, nevniliga Jógvani Durhuus.

Tað er ikki soleiðis, at vit á Norðlýsinum hava ta fatan, at hendan sending ikki átti at verið gjørd. Bæði Jógvan Arge og Jógvan Durhuus hava royndir, ið eru áhugaverdar hjá Føroya fólki at hoyra um.

Hinvegin eru vit á Norðlýsinum av tí fatan, at tað ikki er sømiligt, at Kringvarp Føroya gevur ávísum sjónarmiðum og fólki so góða rúmd í sendingum sínum, meðan tíðindadeildin hjá Kringvarpi Føroya samstundis hevur at Norðlýsinum, fyri at undirritaði er limur í Sambandsflokkinum.

Tað skal í hesum sambandi endurtakast, at tað ongantíð hevur merkt tíðindaflutningin hjá Norðlýsinum, at undirritaði er limur í Sambandflokkinum.

Á Norðlýsinum hava øll sjónarmið og allar politiskar áskoðanir fingið somu rúmd og fáa tað framvegis.

Hjálagt er teldupostur, sum Norðlýsið hevur sent tíðindaleiðaranum hjá Kringvarpi Føroya 24. februar 2014.

Vegna Norðlýsið

John William Joensen, stjóri

LES EISINI: FRAMSTANDI TJÓÐVELDISMENN VIÐGERA TJÓÐVELDI Í KVF

Harleyfacadeacryl