Hóast almennu Føroyar tóku væl ímóti amerikumanninum Tony Marano, sum ferðast kring heimin har hann vísir á at Sea Shepherd umboðar eina mentanar imperialismu, sum ikki er umboðandi amerikansku tjóðina, so vóru føroysku fyrireikararnir sera skuffaðir av at Kringvarpið ikki vildi gera samrøðu við mannin, sum í altjóða høpi stríðist fyri at samfeløg kring um í heiminum hava rætt til at veiða hval.

– Kringvarpið fekk boðið at práta við Tony Marano, sum nú er farin av landinum. Men vildu ikki práta við hann. Vit standa eitt sindur spyrjandi tá kringvarpsfólkini stóðu í kø fyri at práta við eina plastikk bimbo úr Hollywood, og við Paul Watson, men at práta við ein sum stuðlar okkum av øllum hjarta hevði ongan áhuga hjá redaktiónunum í Sortudíki, sigur ein sum var við til at leggja føroyavitjanina til rættis hjá Tony Marano.