Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpsstjórin og stýrið brotið Kommunulógina?

John William Joensen

Tað er beinleiðis í stríð við kommunustýrislógina at siga fólk úr starvið við teirri grundgeving at tey eru virkin í býráðspolitikki og spurningurin er eisini um arbeiðsleiðreglur hjá Kringvarpinum ikki eisini eru ólógligar

Kjakari her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum gerð vart við ásetingar í kommunustýrislógini, sum beinleiðis forða fyri at fólk kunnu verða sagd úr starvið tí at tey eru virkin í býráðspolitikki.

Í samrøðu segði Kringvarpsstjórin at tað var í stríð við innanhýsis reglur í kringvarpinum at lata ein aktivan politikara gerða tíðindi fyri Kringvarpið.

Róð varð framm undir at hetta var ein av orðsøkunum til at Jógvan Arge var sagdur úr starvið og annar blaðmaður settur í starv í Kringvarpinum.

Men kjakari vísir á at sambart Kommunustýrislógini er hetta beinleiðis ólógligt:

Kommunustýrislógin:
§ 8. Stendur løntakari á valevnislista til kommunuval, ella er løntakari valdur til kommunustýrislim, má arbeiðsgevari hansara ikki siga hann úr starvi av hesi orsøk.

Stk. 2. Verður løntakari, ið stendur á valevnislista til kommunuval, ella løntakari, ið er valdur til kommunustýrislim, sagdur úr starvi, liggur tað á arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki skyldast nevndu viðurskiftum.

Stk. 3. Um arbeiðsgevari brýtur stk. 1 við at siga løntakara úr starvi, skal arbeiðsgevarin rinda honum eina samsýning orsakað av hesum. Samsýningin, sum í mesta lagi kann svara til løn í 50 vikur, verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars. 

Krav uppá løn í 50 vikur
Sabært Kommunustýrislógini hevur Jógvan Arge krav uppá løn í 50 vikur umframt uppsagnartíðina.