Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRIS Føroyar 15 ár

Tíðindaskriv

Tann 15. sept 2015 eru 15 ár síðani felagsskapurin KRIS bleiv settur á stovn í Føroyum.

Hendan dagin vilja vit hátíðarhalda og bjóða tí til opið hús við kaffi og køkum, í hølum felagsins

Heiðavegur 15 Saltangará, frá kl 13:00 til kl 19:00


Øll eru hjartaliga vælkomin.


KRIS á ferð

Seinasta árið hevur ein bólkur frá KRIS ferðast runt í Føroyum við einum ”konsepti” fyri at kasta ljós á stóra trupulleikan við seinárinum, ið kynsligur ágangur hevur við sær. Nógv fólk hava verið til hesi tiltøk, og alt fleiri fólk hava vent sær til KRIS, eftir at vit hava vitjað.

Við í ”konseptinum” eru fólk, ið sjálvi hava verið útsett fyri kynsligum ágangi sum børn og mammur at børnum, ið hava verið útsett.

Hesi siga øll frá, hvussu ágangurin hevur ávirkað teirra lív og um tær avleiðingar, ið kunnu standast av at sagt verður frá.

Eisini segði leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West, frá arbeiðinum í KRIS og hvussu og hví hesin felagsskapur varð settur á stovn fyri 15 árum síðani.

Seinárin av kynsligum ágangi eru nógv og ymisk.

Vaksin við seinárinum uppliva ofta afturvendandi tunglyndi, angist, lágt sjálvsvirði og lágt sjálvsálit. Trupuleikar í paralagi, etingarólag, sjálvmorðstankar og sjálvmorðsroyndir og sjálvskaðan. Ymiskt er, hvussu hvør einstakur upplivir seinárin, og nær hesi seinárin vísa seg.

KRIS vil við hesum átaki vísa á, at tað ber til at læra seg at liva við tí sum hent er og ikki í tí sum hent er. Tað ber til, um ein fær rætta hjálp og ráðgeving til at koma víðari í lívinum.

Í døgunum 1.sept til 7.sept varð ”konseptið” á ferð í Danmark.

KRIS hevur mangan fingið áheitanir frá føroyingum uttanlands og ynskir um at koma til Danmarkar at siga frá og upplýsa um møguleikar fyri hjálp og ráðgeving til tey, ið eru flutt úr Føroyum.

Tí tóku vit avgerð um at fara til Danmarkar, har vit vitjaðu í Århus, Ålborg og Esbjerg og fitt av fólki vitjaðu tiltøkini.

Nógvir spurningar vóru frammi, bæði um hvar ein kundi venda sær, um ein hevði tørv á hjálp og ráðgeving, men eisini spurningar um, hvussu ein kann síggja, um eitt barn er útsett fyri kynsligum ágangi.Eisini vóru spurningar frammi um fólk á røktarheimum o.s.v.

”Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur, men tosast burtur”

Ágangur á børn og tey seinárin, ið tey fáa sum vaksin, er ein sera stórur trupulleiki, bæði fyri tann, sum er raktur av áganginum, familjum teirra og samfelagnum sum heild.

Tabu, loynidómur og manglandi vitan og forstáilsi er viðvirkandi til at trupuleikin ikki verður

loystur.

Tí er tað sera umráðandi fyri okkum í KRIS at blíva við at vísa á og tosa um hendan trupulleika fyri at vinna á honum.


www.kris.fo