Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kris Kristofferson spælir á G!

Tíðindaskriv

Ein av heimsins mest elskaðu og virdu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, kemur at framføra á G! í summar

Ein av heimsins mest elskaðu og virdu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, kemur at framføra á G! í summar

Tað verður ein solo framførsla við Kris sjálvum og kassaguitara.

Kris Kristofferson, sum hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður, vildi ikki sjálvur hava lønina fyri at spæla á G!, men letur ístaðin barnaheiminum peningin sum gávu.

Kris Kristofferson fekk sítt stóra gjøgnumbrot í byrjanini av sjeytiárunum við sangum sum “Me and Bobby McGee”, “Help me make it through the night”, “Sunday morning coming down” og “For the good times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum. Longu í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg hjá Kris.

Kris hevur vunnið tríggjar GRAMMY og verið innstillaður til mangt slíkt. Hann hevur givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum Johnny Cash, Willy Nelson og Waylon Jennings undir navninum Highwaymen. Og hann hevur brúkt meira enn 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin.

Umframt ein heilan hóp av alskyns heiðurslønum, so er Kris innlimaður í Country Music Hall of Fame og vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame. Í 2009 fekk Kris “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television, og Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.

Í summar spælir 81 ára gamli Kris nakrar konsertir í Europa, harav ein verður á G! Festival og ein verður á Glastonbury í Onglandi.