Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista Mørkøre fer nú til Paralympisku leikirnar

Helgi Abrahamsen

Leygardagin fer svimjarin Krista Mørkøre á venjingarlegu á Kanarisku oyggjunum og haðani gongur leiðin til Paralympisku leikirnar í Rio. Hon er einasti føroyingur sum luttekur í leikunum hesaferð.

”Vit fara í morgin til Kanarisku oyggjarnar á venjingarlegu, og venjingarnar har byrja mánadagin.” Tað sigur Torkil Mørkøre, sum er pápi og venjari hjá Kristu Mørkøre.

”Vit verða á venjingarlegu í 14 dagar og fara síðani til Keypmannahavnar, har vit steðga í tríggjar dagar áðrenn leiðin gongur til Rio tann 1. september,” sigur hann.

Hetta er fyrstu ferð at Krista er við á Paralympisku leikunum. Hon royndi fyri 4 árum síðani, men tað gekk ikki. Tá var hon bert 14 ár gomul. Hesaferð eydnaðist at sleppa við, men hon er framvegis millum yngstu luttakararnar í kappingunum.

Kapping á høgum støði

”Støðið er hækkað nógv. Tú skalt í veruleikanum svimja líka skjótt sum ein frískur svimjari í Føroyum, fyri at sleppa við,” sigur Torkil. Hann sigur, at tey framvegis ikki hava sæð startlistarnar, so tey vita ikki hvørjum Krista skal svimja ímóti, og hvussu hon liggur í mun til kappingarneytarnar, men tó er greitt, at hon liggur ikki til at fáa nakað heiðursmerki.

”Hon skal hava eini 3 sekund av afturat, so er hon har uppi,” sigur Torkil.

”Málið hesaferð er fyrst og fremst at fáa tær bestu persónligu tíðirnar,” sigur hann.

Krevur nógva venjing

Krista Mørkøre hevur fyrireikað seg væl til Paralympisku leikirnar.

”Hon hevur vant styrkivenjing hjá Jórun Mørkøre tríggjar ferðir um vikuna, og harumframt hevur hon vant í hylinum 9 ferðir um vikuna (umleið tveir tímar hvørja ferð). Eisini hevur verið ansað væl eftir kosti og svøvni,” sigur Torkil.

Bert fá sleppa við

At tað er kapping um at sleppa við til Paralympisku leikirnar, prógvar lága talið av luttakarum.

Í bólkinum S10 (sum er bólkurin, sum Krista svimur í), eru bara umleið 16 – 18 svimjarar úr øllum heiminum, sum hava kvalifiserað seg. Í Norðurlondum liggur Krista í ovara endanum, og hon hevur sett fleiri donsk met umframt at hava vunnið norðurlendsk heiðursmerki.

Kravtíðin til 100 metrar frísvimjing liggur um 1:04:80. Um vit samanbera við føroyska tíð, so er tað ein skjótur frískur svimjari sum klárar tíðina 1:04:00.

”Krista er rættiliga spent at fara til Rio, men vit royna at taka tað avslappað,” sigur Torkil Mørkøre.

”Bara tað at koma við til Paralympisku leikirnar er rættiliga stórt. – Tað eru so nógv onnur, sum ikki eru komin so langt,” sigur hann.

Krista luttekur í greinunum 50 metrar frí, 100 metrar frí og 400 metrar frí.