Heimasíðan hjá svimjusambandinum skrivaði í gjár soleiðis: Krista Mørkøre svam seg til eitt gullheiðursmerki afturat á British National Para Swimming Championships 2015, tá ið hon nú seinnapartin svam 400 frí uppá 5:17.07, frammanfyri bretsku Coral Farrell á 5:26.09. Harvið gjørdist tað til 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri í teimum 4 kappingunum sum hon luttók í á hesi stevnu, og sikkurt persónlig met í øllum eisini. Sí úrslistalistan her.




