Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista Mørkøre luttekur í heimsmeistarskapinum í IPC svimjing í Glasgow

Tíðindaskriv

Í døgunum 13 – 19 juli verður HM í IPC svimjing í Glasgow. 580 svimjarar, úr 70 londum luttaka í stóru heimsmeistarkappingini.

16 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík, skal fyri fyrstu ferð royna seg til HM, sum er størsta kappingin undan paralympisku leikunum sum verða í RIO í September 2016. Hon luttekur í fimm kappingum, í bólkinum S10 og SB9, sum eru sterkastu bólkarnir fyri tey ið hava rørðslutarn.

Higartil í ár hevur Krista svomið í DM og German open. Kappingarnar hava gingi væl, og hon hevur sett persónlig met í øllum kappingunum. Hetta hevur givið henni atgongd til HM.

Nógvar spennandi avbjóðingar standa fyri framman. Krista skal m.a. á 10 daga langa venjingarlegu, í august, har hon fer at venja undir olymiskum venjarum. Eftir hetta verður tað Nordisk Mesterskab í Bergen í oktober.

Størsta máli hjá Kristu eru paralymisku leikirnir í Rio 2016, men áðrenn hetta verður EM í portugal sum er seinasta stóra kappingin undan PL.

ÍSB ynskir Kristu bestu eydnu.