Norðurlenska meistara kappingin verður nú komandi vikuskifti í Stokholmi. Fyri Føroyar ferð Krista Mørkøre úr Klaksvík at luttaka. Hon skal luttaka í 5 kappingum, 50-100-400 frí, 50 firvald og 50 bringu.
Hetta er fyrstu ferð at Krista ferð at royna seg í opnum bólki, og tí verður spennandi at fylgja henni hvussu hon ferð at klára seg ímillum tey vaksnu.
Kappingin er opin fyri onnur lond enn bara norðanlond at luttaka, og sum skilst so er luttøkan stór á hesum sinni.
Krista hevur vant dúgliga fram ímóti hesari kapping, við tí fyri eyga at gera seg kláran til enn størri kappingar sum liggja fyri framman. Tað er ÍSB sum sendir Kristu avstað hesaferð at umboða Føroyar á norðurlensku meistarastevnuni. Kappingin byrjar leygardagin og endar sunnudagin.




