Krista Mørkøre var um vikuskiftið og luttók á stórari svimjustevnu í Esbjerg. Svimjistevnan var international, við luttøku frá ymiskum londum úti í heimi. 137 svimjluttakara vóru til kappingina, og sigast skal, at Krista stóð seg heilt væl.

Við í sjáttuni heimaftur fekk hon 5 heiðursmerki, og 7 persónlig met í 50 metrahyli. Endamáli hjá henni var at koma longur niður í tíðum, tí um ein skal verða við í menningini at verða ímillum tey bestu, so skal tað verða nú og framyvir. Krista er sera væl nøgd við síni persónligu met, og heiðursmerkini.
Á Dansih open vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsur í sínum bólki S10. Krista sigur at hetta er sera motiverandi fyri venjingarnar framyvir, tí nú verður fari undir næsta málsetning, at røkka enn betri tíðum.
Krista hevur vónir um at koma til VM í komandi ár sum er hennara næsta stóra mál.