Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista vann brosu í NM og fekk góð boð frá læknunum

John William Joensen

Norðurlandameistaraskapið í svimjing á langgeil í Stokholmi er av á hesum sinni, og fyri Føroyar svam Krista seg til eitt bronsu merki í 400 frí við tíðini 5:35:77. Krista, sum stríðist við ein vøkstur á heilanum, skuldi eftir ætlan til skurðviðger í morgun, men tá komu brádliga góð boð frá læknunum

Norðurlandameistaraskapið í svimjing á langgeil í Stokholmi er av á hesum sinni, og fyri Føroyar svam Krista seg til eitt bronsu merki í 400 frí við tíðini 5:35:77. Krista, sum stríðist við ein vøkstur á heilanum, skuldi eftir ætlan til skurðviðger í morgun, men tá komu brádliga góð boð frá læknunum

Krista var meldað til 6 kappingar, og allar gingu tær væl. Krista svam bestu tíðir í trimum av kappingunum.
Í 50m firvaldi svam hon 37:77, ein betring uppá 1 sek.
Í 100 bringu svam hon teinin uppá 1:39:15, ein betring uppá 3 sekund.
Hinar tríggjar kappingarnar svam hon uml. somu tíðir sum hon svam í German open í juni. Hon lá ímillum 3-4 og 5 pláss, hetta er Krista sera fegin um, og hevur givið henni mót uppá framtíðina.

Vanligt er til stórkappingar, at greina tey ymisku brekini sundur frá S1-S10. Krista svimur í sterkasta bólkinum S10, og í tí bólkinum lá Krista til at vinna heiðursmerki í øllum greinunum.
Á hesum sinni vóru øll koyrd í ein bólk, og skuldu tí svimja undir eini poengskipan sum gjørdi tað torført at vinna heiðursmerki, osaka av at tað er torført at vinna nógv stig í teimum sterku bólkunum. Krista fer í næstum undir at venja til stórkappingar sum liggja fyri framman, eitt nú EM, VM og OL í Rio, skrivar heimasíðan hjá ÍSB.

Skurðviðgerð avlýst.

Krista sum áður er skurðviðgjørd fyri ein vøkstur á heilanum skuldi eftir ætlan leggjast undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum í morgun kl 10:30 men tá alt var klárt komu brádliga góð boð skrivar pápi Kristu, Torkil Mørkøre á Facebook fyri løtu síðan:

– Plagi ikki at leggja tað stóra út her, men í dag kenni eg at eg má deila tað sum vit hava verði ígjøgnum seinastu dagarnar, av tí at mong spyrja og ringja. Vit vóru til NM við Kristu, og síðani høvdu vit tíð til skurviðger í morgum kl 10:30 á Ríkissjúkrahúsinum. Krista lá klár at fara inn til burturdoyving tá skurðlæknin kom inn, og segði at skurðviðgerin var avlýst. Grundin til at avlýsa skurðviðgerina var, at ongin broyting var í svullinum sum hevði ligi har hann hevur ligi í longri tíð. Skanningin í gjár staðfesti at ikki var neyðugt at fara inn nú, sum teir annars hildu fyri 2 mánaum síðani. Vit gjørdust bilsin og dugdu illa at skilja at so skuldi verða. Hetta hevur ligi sum ein ótti seinastu mongu dagarnar hjá okkum sum familia, og tí eru vit sera glað og ovfarin av at fáa slík boð. Vit vita at tað eru mong sum hava hugsa um Kristu í bønum teirra, og tað eru vit sera takksom fyri. Eisini hava fleiri sínt okkum stóra hjálp á ymiskan hátt ,nú vit eru farin niður, tað vilja vit eisini at takka mangar ferðir fyri. Stórstu tøkkina skal Harrin Jesus eiga fyri at hann við síni miskunn sær til okkum veiku menniskju sum rópa um hjálp tá tað harðast leikar á. Vit takka Guði fyri at hann hevur svara bønum. Mátti hetta verði okkum øllum til troyst og gleði at hann elskar og hevur umsorgan fyri okkum. Havi Kristu framvegis í bønum tykkara, tí hon skal framvegis ígjøgnum ótta og iva fyri at svullurin tekur til at veksa aftur. Havi tað gott øll somul!