Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian: Argentina vinnur stórt

Jákup Ósá

Tað gongur javnt á, nú HM tippingin á Norðlýsinum veruliga er komin í gongd.

Í gjár sá eingin, at Italia fór at tapa. Men hinar dystirnar høvdu allir rættar.

Í dag tippar Kristian Joensen og hann sigur soleiðis:

Argentina – Iran: Argentina er millum londini ið vil verða heimsmeistarar og sum eisini metir seg hava kvalitetin til tað, við Lionel Messi á odda, so vinnur Argentina hendan dystin. 1 (Odds: 1,13)

Týskland – Ghana: Týskland er mín favorittur at vinna HM í ár, og um tað ikki eydnast, so verða tað ikki Ghana ið ger teimum lívið súrt. 1 (Odds: 1,28)

Nigeria – Bosnia Herzegovina : Nokk mest spennandi dysturin á degnum, men av tí at afrikonsku londini hava skuffa gjøgnum kappingini, so helli eg til at Bosnia vinnur dystin. 2 (Odds: 1,85)

Eg tippi í dag:

79 Argentina – Iran (0-2) 1 Odds 2.10

114. Týskland- Ghana. Tað koma fleiri enn 10,5 hornaspørk í dystinum 2 Odds 1.95

122. Edin Dzeko skorar fleiri mál enn Emmanuel Emenike 2 Odds 2.55

Eg satsi í dag:

98087: Tað koma fleiri enn 2,5 mál í 1 hálvleiki í dystinum millum Týskland og Ghana Odds 5.40

Hinir tippa

Ragnar Joensen:

Argentina-Iran 1

Týskland-Chana 1

Nigeria-Bosnia Herzegovina 2

Regin Sivertsen:

Argentina-Iran 1

Týskland-Chana 1

Nigeria- Bosnia Herzegovina 2

Støðan:

1. Regin Sivertsen 15 stig

2. Kristian Joensen 14 stig

3. Ragnar Joensen 13 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.