Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristian: – Eg eri Grand Prix nørd

Jóhann Lützen

Eg havi altíð verið hugtikin av kappingum av alskyns slag, tað verið seg baði ítrótti og øðrum, havi altíð sjálvur elska at kappast, sigur Kristian Joensen

Dansk Melodi Grand Prix verður í Gigantium í kvøld kl. 19 føroyska tíð. Vit hava leitað upp ein ordans Melodi Grand Prix fjeppara. Kristian Joensen hevur verið púra býttur í sangkappingini síðan hann var heilt lítil. 

– Tann 5 mai í 1984 var føðingardagur her í húsinum, mamma mín bleiv 33 og sjónvarpið stóð frá, onkur hevur nokk tosa um hesa kappingina, so tá finalan í Eurovission í Luxemburg var, sat eg saman við øðrum og hugdi. Minnist serliga væl Herreys, sum tá vunnu kappingina. Sjálvur helt eg við Danmark, men tey blivu einans Nr. 4. Árið eftir í 1985 upplivdi eg so mítt fyrsta Dansk Melodi Grand Prix, eg minnist at eg hopaði at Tommy Seebach skuldi vinna, men hann endaði aftanfyri Kirsten og Søren, sigur Kristian

Spurdur um hvør er hansara yndis grand prix sangur er Kristian ivaleysur.

– Síðani tá havi eg á hvørjum árið fylgt væl við í Dansk Melodi Grand Prix, mín favorittur er frá 1987, tað var hendan unga gentan, hon var 14 og eg var 12, kanska tað hevur verið orsøkin, minnist at hon kom á scenuna í stórum hvítum posa buksum, sum var inn tá. Síðani byrjaði saxofonin og hon fór at syngja ”Danse i måneskin” Sangurin endaði Nr 3, men hann ella kanska hon vann mítt hjarta tá og hevur tann sangurin verið mín Melodi Grand Prix sangur. Internationalt mugu vit aftur til árið fyri eg sá mítt fyrsta Eurovision 1983. Tað var sangurin hjá Daniel Popovic ”Dzuli” hann hoyrdi eg fyrstuferð í útvarpinum og fall fyri honum beinanvegin, sigur Kristan

Og tá vit spyrja um Kristian fer at fylgja við í kvøld og heppa á Carlsen blíva eyguni stór hjá honum.

– Kvøldið í kvøld er nakað heilt serstakt, her verður hugna um við einum drekkamunni, so um børnini tíma, so fara vit at njóta løtuna saman, sjálvandi vóni eg at “Standing up for love” fer at vinna, og aftana at hava hoyrt sangirnar ordiliga ofta, so eri eg komin har til, at tær saktans kunnu vinna. Har eru tveir aðrir sangir, ein ið eitur Rasmussen fall eg fyri beinanvegin, men haldi tó ikki at hann kemur at verða tann stóra hóttanin. So er tað Anna Ritsmar við sanginum “Starlight” sum er stórsta hóttanin. Tann sangurin er ordiliga góður, men eg havi eitt gott følilsi, hetta verður eitt gott kvøld fyri Føroyar. Besta plasering hjá føroyingum nakrantíð er Nr4. Carlsen verða frammanfyri tað!, sigur Kristian at enda.