Sum skilst so arbeiða kreftir í Sjálvstýrisflokkinum hart við at fáa Kristian Eli Zachariassen í Landsstýrið.
Sum skilst so arbeiða kreftir í Sjálvstýrisflokkinum hart við at fáa Kristian Eli Zachariassen í Landsstýrið.
Kristian Eli Zachariasen er føddur í 1974. Hann er valdur á sjálvstýrislistanum við 115 persónligum atkvøðum og situr í býráðsmeirilutanum. Kristian Eli umboðaði sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð árini 2005-2008. Hann er útbúgvin KT-verkfrøðingur (MSc Commputer Security). Til dagligt starvast hann hjá Føroya Tele.
Í býráðshøpi er Kristian Eli formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og heilsu- og umhvørvisnevndini umframt at hava sæti í teknisku nevnd og havna- og vinnunevndini.
Sjálvur vil hann einki siga um málið men verður hann Landsstýrismaður kemur Beinta Klakkstein í býráðið.
Sum skilst hevur Sjálvsstýrisflokkurin ikki enn tikið støðu um hann heldur fram í samgonguni.




