Ein av hugfarsligu normonnunum, ið hava verið her í samband við Norðoyatunnilin er Kristian Ellingsen. Hann fekk umleið 3000 myndir til gávuðs frá Norðlýsinum til minnis um tíðina í føroyum.
Flestu sum hava fylgt við tunnilsarbeiðinum og sum hava havt nakað við aktivitetirnar kring Norðoyatunnilin at gera, munnu óivað kenna Kristian Ellingsen, sum altíð hevur verið fyrikomandi og fryntligur og harafturat skemtiligur og selskapsmaður.
Hóast hann fyri tíð síðani varð fluttur til annað arbeiði, kom hann aftur til Føroyar nú, bert fyri at vera við til hátíðarhaldið í samband við at tunnilin var liðugur.
Hann hevði ein fyrispurning um hann kundi keypa nakrar myndir frá okkum á Norðlýsinum, men sum tøkk fyri tíðina, avgjørdu vit at geva honum avrit av øllum myndunum, vit hava tikið síðani tunnilin byrjaði og tær eru væl omanfyri 3000.
Elsa Joensen, sum er partaeigari í Norðlýsinum og annar stjórin, handaði Kristiani Ellingsen tær seks fløgurnar við myndum í kvøld, samstundis sum árstalið varð sett á portalin kalsvíksmegin.




