Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Fr. Olsen klárur til býráðsvalið

John William Joensen

– Tað er umráðandi at Norðoyggjar verður ein sterk kommunal eind, sum kann verða eitt alternativ til høvuðsstaðin, sigur Kristian Fr. Olsen, sum hevur verið býráðslimur síðan 1977.

Tann sum hevur sitið longst í býráðnum í Klaksvík er varaborgarstjórin, Kristian Fríðrik Olsen, sum kom inn sum varamaður í 1977 og bleiv fyrstuferð valdur í býráðið í 1981.

– Mær hevur dáma sera væl í kommunalpolitikki, men nú standa stórar broytingar fyri framman, sum fáa avgerðandi týdning.

– Tað er avgerðandi neyðugt at fáa eitt greitt bítið millum land og kommunu, soleiðis at Norðoyggjar kann verða ein sterk kommunal eind – sum veruliga kann kappast við høvuðsstaðin.

– Verður kommunali bygnaðurin ikki styrktur so verður tað bara Tórshavnar Kommuna, sum kemur at hava nakran týdning – meðan restin verður bygdasamfeløg, sum verða stýrd av føroyska embætisverkinum í Havn.

– Í tíðini eg havi verið í býráðnum havi eg sitið bæði í andstøðu og samgongu – men eg haldi ikki at munurin hevur verið serliga stórur.

– Eg havi altíð følt at eg havi havt ávirkan í arbeiðinum og tí er tað við treysti at eg stilli upp til komandi býráðsval.