Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Joensen: Ein uppiborin sigur

Jákup Ósá

Uppleggið var álopskent.

KÍ málverjin heldur, at KÍ hevði tamarhald á dystinum við Stórá sunnudagin.

Eftir dystin fingu vit orðið á KÍ málverjan Kristian Joensen. Hann helt, at KÍ var omaná í dystinum og hevði sigurin uppibornan.

– Vit eru betri stóran part av dystinum. Fysiskt eru vit omaná. Vit føla okkum ikki hóttar burtursæð frá einari leysari støðu, sum kostar eitt mál. Vit ætlaðu at leypa á og spæla bólt. Tað riggaði til tíðir. Kanska mangla vit at spæla okkum til teir stóru møguleikarnar, men útgangsstøðið var álopskent, segði Kristian Joensen eftir dystin.

Vit spurdu eisini, hvussu hetta suðuroyarliðið var at spæla ímóti.

– Man kann kalla tað primitivt við langum bóltum, stríðvilja og nærdystum. Men eg haldi, at vit eru omaná í tí kropsliga partinum. Hetta var ein uppiborin sigur, segði KÍ málverjin við Norðlýsið.