Helst er talan um B68, sum fær gleði av NSÍ málverjanum.
Umboðsmaðurin hjá NSÍ málverjanum hevur onga viðmerking.
Hans Jacob á Líknargøtu er umboðsmaður hjá Kristian Joensen, sum er málverji hjá NSÍ. Og hóast ítróttarstjórin hjá NSÍ fyrr í kvøld ikki væntaði, at Kristian fór at skifta felag, so er okkurt sum bendur á, at hann tó skiftir. In.fo skrivaði fyrr í kvøld, at hann helst skiftir í evstu løtu.
– Ring aftur á midnátt.Eg havi ongar viðmerkingar, segði umboðsmaðurin hjá málverjanum, Hans Jacob á Líknargøtu, við nordlysid.fo fyri løtu síðani.
Skála hevur í dag fingið málverja og ÍF hevur eisini alment sagt á nordlysid.fo, at teir ikki fara út eftir málverja, tí Jákup Mikkelsen verður tøkur. Tí bendur alt á, at B68 verður liðið, sum møguliga fær Kristian Joensen í síðstu løtu.
Les eisini:




