Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Joensen vertur á “Komið øll við”

Tíðindaskriv

Nýggj sendin á R7: Í morgun klokkan 10.00 fór nýggj sending av bakkastokki á R7 kringvarpinum. Sendingin verður send úr Norðoyggjum. Sendingin hevur fingið heitið “Komið øll við”, og er tað kendi klaksvíkingurin, Kristian Joensen sum er vertur.

Sendingin, sum verður hvønn hósdag, byrjar kl. 10.00 og endar kl. 12.00. Fyrsta sendingin fer í luftina í dag.

Í fyrra tímanum fer Kristian at geva lurtarunum møguleika at ávirka sendingina. Sendingin eitur “Komið øll við”, og verturin vil gjarna takast upp á orðið: Tað er ætlanin at øll skulu koma við teirra íkasti til sendingina við at senda vertinum sms.

Hugfarsligi verturin fer at brúka seinna tíman at gera samrøður við fólk í Norðoyggjum, og man hann ikki eisini fara at nema við fótbólt og ikki minst KÍ?

Sendingin verður endursend hvønn mánadag kl. 16.

Harleywoodpaint