Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian Olsen: – Eg vænti ein truplan dyst

Jákup Ósá

Kristian Olsen er ein av mongu KÍ viðhaldsfólkunum, ið er áveg til Trongisvágs í morgun, har KÍ spælir seinnapartin. Hann væntar eintruplan dyst og tippar javnleik.

           – Eg eri rímuliga væl nøgdir við árið. Tó var spellvið HB dystinum og eisini móti ÍF, har ÍF kom aftur eftir at KÍ var á odda 3-0.16 stig eftir 9 umfør er ok. Til kappingarárið ivist eg ikki í, at KÍ endarmillum tvey tey bestu. Tí KÍ hevur framúr gott álopsspæl. Tað besta í landinum.Meðan HB í stóran mun leggur nógv á herðarnar á Símuni Samuelsen, so hevur KÍPáll, Hjalgrím og Álvur, sigur Kristian Olsen við Norðlýsið.

KÍ fær tað trupult

Kristian væntar ein spennandi dyst í dag.

           – Eg fari suður, tí eg vil geva liðinum taðseinasta “kicki”. TB veit, at KÍ hevur sera sterkt álop og tí vænti eg, at teirkoma at leggja seg at spæla uppá kontra álop. Til tað hava teir eisini PoulIngason, sum er skjótur og kann koma at geva KÍ liðinum trupulleikar. Skal egtippa, so tippi eg ein javnleik 2-2, men vónandi vinnur KÍ 3-2, sigur KristianOlsen við Norðlýsið.