Um vikuskiftið var FM í svimjing í Havn har 7 svimjifeløg vóru umboðaði.
Spenningurin undan kappingini var sera stórur um tað fór at eydnast Kristian Olsen at seta nýggj met í 100 m frí og í 50 m frí.
Kristian sum fyri stuttum var til HM í Melbourne var sera væl fyri til FM 2007. Kristian legði hart út fríggjakvøldi og setti nýtt FO met í 100 m frí, tíðin hjá Kristian var 52,49 sek. og gamla metið sum Eivind Eysturoy átti var 52,94 sek.
Sostatt var hetta metið sligið við ca. einum ½ sek., sera flott svomið av Kong Kristiani. Metið í 50 m frí var 24,05 sek. og tað setti Heini Rasmussen tann 01/07-1997.
Hesi síðstu 10 árini hava nógvir svimjarir roynt at sligið hetta metið men ikki fyrr enn sunnudagin 29/04-2007 eydnaðist tað Kristiani at sláa metið.
Úrslitið av finaluni í 50 m frí var hetta:
1. Kristian Olsen 1985 23.97 sek. (nýtt FO met)
Ægir Klaksvik
2. Pauli Ø. Mohr 1991 24.52 sek.
Fuglafjarðar Svimjifelag
3. Dánjal Martin Hofgaard 1989 24.83 sek.
Tvøroyrar Svimjifelag
4. Beinir E. Danielsen 1988 24.84 sek.
Svimjifelagið Flot
5. Dánjal Hestoy 1990 25.15 sek.
Havnar Svimjifelag
6. Per M. Venned 1987 25.37 sek.
Fuglafjarðar
Svimjifelag Ægir úr Klaksvík hevði 10 svimjarar við til FM.
Svimjarnir úr Ægir vóru Kristian Olsen, Nathalia Reinhardt, Kári Vitalis, Bjarni M. Petersen, Poul J. Færø, Susan Reinhardt, Gunnrið Dam, Monika Biskopstø, Alvi Hjelm og Cecilia Eysturdal. Venjari hjá hjá Ægir er Petur Heðin á Fløtti.




