100 húkar uppá 9,18 min. er føroyskt met í egning og tað var sett í morgun í skúrðinum hjá Reynsmúla
Nú heimsmeistaraheitið í egning nærkast, vóru vit ein túr norðuri á Stongunum og her gleddu menn seg til sjómannadagin 20. august.
Enn eru endaligu kappingarreglurnar fyri egnikappingina ikki kunngjørdar men staðfest er at tað vera í mesta lagið 100 húkar á línuni.
Hetta verður gjørt fyri at líkjast kappingunum í grannalondunum hjá okkum.
Hetta tí at íslendski og norski meistarin kom til Føroyar at kappast móti besta føroyinginum um heimsmeistaraheitið.
Kristian venur
Í skúrðinum hjá Reynsmúla á Stongunum gekk prátið óført og ein av royndu egnarunum gleddi seg til kappingina.
– Eg havi egnt síðan eg var smádrongur, og spennandi verður at síggja hvørjum ein kemur at kappast ímóti.
– Tað er umráðandi at vit varðveita meistaraheitið í Klaksvík, segði Kristian skemtandi.
Kristian megnaði sum sagt at egnað 100 húkar upp á 9,18 min. og tá restaðu fimm teymar á línuni, sum hann so knýtti í línuna.
Viðmerkjast skal at línan var ikki umrikin men var lína sum var við Reynsmúla seinasta túrin.




