Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristian trýr uppá Benzema

Jákup Ósá

HM tipping: Kristian Joensen hevur gjørt sínar tipp seðlar fyri HM dagin í dag.

Í gjár tippaði Regin Sivertsen. Hann hevði 2 av 4 rættar, men hvørki odds seðilin ella sats seðilin góvu úrslit.

Í dag tippar og grundgevur Kristian Joensen:

Sweis – Ecuador: Ein dystur millum tvey lond sum baði hava trupulleikar við tí offensiva. Hettar sær út til at blíva ein 0-0 dystur, um nakar vinnur, so verður tað Ecuador, men eg seti ein X

Frakland – Honduras: Frakland vísti ræðandi styrki í seinasta upphitingardystinum, tá teir vunnu 8-0 á Jamaika. Ecuador er tó eitt lítið sindur betur enn Jamaika, men hettar verður ikki ein trupulleiki hjá fransum. 4-0 til Frakland og Benzema fær hattrick. 1

Argentina – Bosnia Herzegovina: Argentina verða av mongum roknaður sum ein av favorittunum, til at vinna HM í ár, men her fáa teir tað ikki lætt. Bosnia Herzogovina matchar heilt vist Argentina í tí fysiska og fara teir at gera sær dælt av tí, men vænti tó at Argentina vinnur við einum málið. 1

Eg oddsi í dag:

142. Sveis – Ecuador X (Odds 3.00)

171. Frakland – Honduras (0-2) 1 (Odds 3.65)

193. Argentina – Bosnia 1 (Argentina vinnur 1 hálvleik) (Odds 1.95)

Eg satsi í dag:

172. Frakland – Honduras (0-3) 1 Odds 8.00

Hinir tippa

Ragnar Joensen:

Sveis-Ekvador 1

Frakland-Honduras 1

Argentina-Bosnia-Herzegovina 1

Regin Sivertsen:

Sveis-Ekvador X

Frakland-Honduras 1

Argentina-Bosnia-Herzegovina 1

Støðan

1-2 Kristian Joensen 5 stig

1-2 Regin Sivertsen 5 stig

3 Ragnar Joensen 2 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.