Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristin sleppur at verða javnaðarmaður í Havn men ikki á Tvøroyri

John William Joensen

Eftir kreppufund í Javnaðarflokkinum gjárkvøldi, er Kristin aftur inni í hitanumhjá Javnaðarflokkinum í Havn, skrivar in.fo

Eftir kreppufund í Javnaðarflokkinum gjárkvøldi, er Kristin aftur inni í hitanumhjá Javnaðarflokkinum í Havn, skrivar in.fo

In.fo skrivar:

Fyrr í dag fekk hann svar frá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum, við váttan um, at hann framvegis verður mettur at vera javnaðarmaður, og er ynsktur í flokkinum.

Og í kvøld hevur hann eisini fingið svar frá Javnaðarfelagnum í Suðuroyar Norðari helvt.

Signar Dam, formaður, vil ikki siga, hvat stendur í svarinum. Men vit hava fingið at vita, at tað stendur í tí, at tey vænta, at av tí, at hann er valdur fyri Javnaðarflokkin, fer hann eisini at virka sum javnaðarmaður á løgtingi.

Sjálvur hevur Kristin Michelsen onga viðmerking enn, at hann er nøgdur við svarini hann hevur fingið, bæði frá floksformanninum og frá lokalfelagnum.

Sostatt kann Kristin framvegis umboða flokkin í Havn, hóast hann hevur sent Javnaðarflokkin í andstøðu og umboðar annan flokk á Tvøroyri.