Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristina Háfoss á vitjan í Suðuroy

Danial Viðoy

Fíggjarmálaráðið – tíðindaskrivHósdagin og fríggjadagin í farnu viku vitjaði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum stovnar og kommunur í Suðuroy.

Vitjað varð hjá TAKS á Tvøroyri, Tvøroyrar kommunu, Vágs kommunu, Suðuroyar Sparikassa og í Saltsiloini á Drelnesi. Leiðin varð eisini løgd framvið nýggju íbúðunum, sum Bústaðir letur byggja í Vági.

Vitjanin var partur av eini skrá, har landsstýriskvinnan vitjar stovnar, kommunur og onnur, ið eru viðkomandi fyri tey málsøki, sum Fíggjarmálaráðið umsitur. Ætlanin er eisini at gera líknandi vitjanir aðrastaðni í landinum.