Vit hava fingið teir mest týdningarmiklu partarnar av fíggjarlógini uppá pláss og gongur sum ætla, verður fíggjarlógin løgd fram áðrenn 1. oktober, sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Hotel Klaksvík er karmur um fíggjarlógararbeiði hjá landsstýrinum í hesum døgum. Kristina Háfoss sigur at hóast útlitini eru góð, er týdningarmikið at halda aftur í rakstrarvøkstrinum. Landið hevur umleið 5 mia. kr í inntøkum og av teimum fara uml. 93% til rakstur og 7% til íløgur.
Sí samrøðuna við Kristinu Háfoss niðanfyri: