Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristjan Jensen vann bilin hjá Mjølnir

Jóhann Lützen

Hjúnini Jona og Kristjan Jensen úr Kollafirði eru hepnu eigararnir av Fiat 500 Dolcevita, sum Mjølnir seldi á lutaseðli herfyri

 

Kristjan Jensen vitjaði í Klaksvík, tá luksusloppur vóru í KÍ høllini leygardagin 29. apríl. Tá keypti hann seðil nr 143, sum vann bilin. Tað var borgarstjórin Karl Johansen, ið trekti seðilin. 

Komfort Bilar stuðlaðu Mjølnir við bilinum. 

Mjølnir ynskir Jonu og Kristjan hjartaliga til lukku við bilinum og takkar øllum fyri stóra stuðulin.