Eftir at hava sitið til samráðingar í nátt eru samráðingarnar nú slitnaðar.
Tá vit fingu fatur á Kristoffer Olsen, formanni í Klaksvíkar Arbeiðismannafelag í mogrun, váttaði hann at samráðingarnar vóru slitnaðar. Vit skulu á ein fund í arbeiðiskvinnufelagnum her í Havn kl. 10 og síðani koma vit norður aftur.
Um semingsuppskotið, ið var lagt fyri partarnar í nátt, sigur Kristoffer Olsen, at fyrra uppskotið, sum semingsmenninir komu við var uppá 3,20 nú og tað sama næsta ár, uppskotið sum nú kom á borðið líktist nógv tí fyrra, nú var lønarhækkingin broytt til 2,75 ímeðan 92 oyru vóru løgd afturat eftirlønini, so samlað gekk hetta semingsuppskotið út uppá eina hækking uppá kr. 3,67.
Hetta kundu vit ikki góðtaka og tí slitnaðu samráðingarnar.
Sum skilst eru arbeiðarafeløgini sera ónøgd við semingsmenninar og halda at semingsuppskotið er gjørt av mótpartinum.
Hvat ið nú fer at henda vitsti Kristoffer Olsen ikki rættuliga, men vit fáa meira tíðindir seinni í dag um støðuna á arbeiðismarknaðinum.




