Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristoffer Olsson: Her hevði KÍ sínar trupulleikar

Jákup Ósá

Ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá AIK helt, at KÍ hevði trupulleikar við, at AIK setti ferðina upp hendan dystin.

Miðvallarleikarin hjá AIK, Kristoffer Olsson, segði eftir 5-0 sigurin á KÍ, at AIK legði dent á at spæla skjótari og við fleiri innleggum.

– Vit ynsktu at seta ferð á frá byrjan og fáa mál. Vit fingu sett størri ferð á bóltin á grasinum, og tað løgdu vit dent á. Síðani skuldu vit spæla meir við innleggum enn vit gjørdu seinast. At vit fingu nøkur skjót mál gjørdi tað eisini lættari. KÍ høvdu trupulleikar við at vit vunnu næstu bóltarnir og vit spældu ov skjótt til at teir kundu fylgja við, segði Krisoffer Olsson eftir dystin við Norðlýsið.