Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kristoffur: Eg hevði ikki væntað so vánalig úrslit

Jákup Ósá

– Og eg eri bangin fyri, at tað verður enn verri sunnudagin, tá oddaliðið Kyndil vitjar Stjørnuna.

– Og eg eri bangin fyri, at tað verður enn verri sunnudagin, tá oddaliðið Kyndil vitjar Stjørnuna.

36-16 á heimavølli móti Neistanum og 39-21 á úti vølli móti VÍF. Hetta eru úrslitini hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni higartil í ár. Tað munnu vera nógv ár síðani, at Stjørnan hevur fingið eina so vánaliga byrjan.

Formaðurin: Verri enn væntað

Kristoffur Ragnarsson er formaður í Stjørnuni og hann sigur, at tað eru orsøkir til hesi úrslitini, men at tey tó eru verri enn hann hevði væntað.

– Vit hava ikki øðrvísi lið enn hatta. Tað er eingin loyna, at fleiri leikarar skulu hava royndir, og so hava vit mist ein týdningarmiklan leikara, Anna Maria Ecaterixiescu, frá í fjør. Men fyri at vera erligur, so hevði eg ikki væntað, at úrslitini fóru at vera so vánalig, sigur Kristoffur.

– Eg hyggi allatíðina eftir, um tað eru møguleikar fyri at styrkja liðið. Bæði Í Føroyum og uttanlands. Men hesir skulu tilføra liðnum nakað, og eg eri nokso kræsin á hasum økinum. Men fyribils vera ongar broytingar, sigur hann.

Oddaliðið á vitjan

Higartil hevur Stjørnan tapt við 20 og 18 málum móti Neistanum og VÍF. Í triðja umfarinum møtir liðið einum enn sterkari mótstøðuliði, tá oddaliðið Kyndil vitjar.

– Ella Petersen, sum er ein av okkara fáu royndu leikarum, verður ikki við hendan dystin. Eg eri bangin fyri, at tað verður eitt enn verri úrslit, men sjálvandi hopar man uppá betri úrslit. Okkara leikarar eru ungir og tað fer at taka tíð at byggja liðið upp til at fáa úrslit, sigur hann at enda.

Stjørnan og Kyndil spæla kl. 15.00 í KÍ høllini sunnudagin.