Klaksvíkingurin verður ikki partur av KÍ í 2014.
Klaksvíkingurin verður ikki partur av KÍ í 2014.
Nordlysid.fo veit frá sera góðum keldum, at samráðingarnar millum KÍ og Kristoffur Jakobsen um nýggjan sáttmála eru endaðar uttan úrslit. Hetta hevur KÍ hópurin eisini fingið upplýst. Nordlysid.fo veit eisini, at liðið, sum fær undirskriftina frá klaksvíkinginum, verður ÍF. Kristoffur býr í Fuglafirði og ÍF hevur í longri tíð havt ætlanir um at styrkja hópin við føroyskum leikarum. Sáttmálin verður væntandi kunngjørdur innan stutta tíð.
Kristoffur Jakobsen hevur síðani uppflytingina hjá KÍ í 2010 hesi hagtøl í landskappingini:
2011: 14 mál í 27 dystum (“Assist” ikki tald hetta árið) (álopsleikari)
2012: 4 mál og 4 “assist” í 27 dystum (Sum framrættaður miðvalla leikari ella vongur)
2013: 1 mál og 2 “assist” í 23 dystum(15 frá byrjan) (Sum framrættaður miðvalla leikari ella vongur við einstøkum undantøkum, har hann spældi verjukendur miðvalla leikari))
Samanlagt hevur Kristoffur Jakobsen spælt 218 dystir í Effodeildini og skorað 33 mál.




