Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krossferð Jenusar

John William Joensen

Formaðurin í Miðflokkinum eigur at koma við eini treytaleysari umbering til LGBT fyri at mæla til at teimum skal verða bannað at nýta síni grundlógartryggjaði rættindi.

Formaðurin í Miðflokkinum eigur at koma við eini treytaleysari umbering til LGBT, fyri at mæla til at teimum skal verða bannað at nýta síni grundlógartryggjaði rættindi.

Tað er fallið Miðflokkinum fyri brósti, at LGBT, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum, aftur í ár ætlar at skipa fyri Faroe Pride tiltakið, har ein høvuðstáttur er ein skrúðgonga í Havnini, mánadagin 27, juli.

Hetta er at gera seg inn á gomlu tjóðarhátíð við fremmandum siðum, sigur Jenis av Rana, sambært IN.fo.

Hann vísir á, at á ólavsøkan ganga prestar, løgtingslimir, landsstýrisfólk og embætisfólk í skrúðgongu ímillum Løgtingið og Havnar Kirkju.

– Tað er ein skrúðgonga, sum vísir, hvørji virði, vit byggja samfelagið á. Men hesi seinastu árini, er tey LGBT farin at gera seg inn á hesi virði, sigur Jenis av Rana.

– Tey byrjaðu í smáum við hesi skrúðgonguni, men tað er vaksið seg størri og størri og nú eru tey í ferð við at yvirtaka ólavsøkuna, sigur Jenis av Rana.

– Sea Shepherd ger seg inn á føroyska samfelagið, og tí avmarka vit virkseminum hjá teimum. Tað sama ger LGBT og tí eiga vit eisini at avmarka teirra virksemi. Vilja tey ganga skrúðgongu á ólavsøku, eiga tey ikki at sleppa í miðbýin, men eiga at fáa eitt pláss á Karlamagnusarbreyt at vera á, sigur formaðurin í Miðflokkinum.


Mugu taka frástøðu til Jenis

Hesar útsøgnir eru so haturskendar og fullkomuliga burtur við at tær kunnu ikki standa einsamallar. Boðskapurin er at samkynd hava ikki somu rættindi sum øll onnur. Tey mugu fáast burtur???

Jenis tekur í krossferð síni ognarskap sum politiskt talirør vegna kirkjur og samkomur og vantar við útsóknini at vinna atkvøður fyri at ”tora at verja kristnu virðini…”

Í veruleikanum tekur Miðflokkurin øll tey sum eru góð við kristnu virðini til fanga og tí má ein umbering  koma ella mugu vit taka avstand til Jenis.

Man skal ikki misbrúka skriftina, men tað er serliga eitt skriftstað sum mær hóvar so sera væl har Paulus skrivar so rámandi:

….kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp; heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita….

Orð skaða almikið um vit lata slíkar haturstalu sleppa at seyra niður í hjørtuni á okkara ungdómi, sum Jenis her kemur við.