Seinastu árini hevur nógv kjak verið um fletting, góðkenning og flettingarhættir. Tað sær tó út til, at tað er ikki bara at góðkenna flettingarstað, hátturin skal helst takast upp til viðgerðar.
Ein familja, sum Norðlýsið hevur samband við, fekk kvøldið oyðilagt í vetur, tá tey sessaðust kring spísiborðið til eina góða máltíð við góðum føroyskum turrum kjøti.
At kjøtið var gott, ivaðust tey onga løtu í, tí hetta var kjøt frá sama bónda sum tey høvdu fingið frá í eitt áramál, og dygdin plagdi altíð vera í lagi.
Men soleiðis bleiv ikki hetta kvøldið, langt frá tíð. Tjógvið, sum tey høvdu tikið fram, sá sera væl út, onki uttan tað, ið eigur at vera uttan á einum turkaðum tjógvi var at síggja áðrenn knívurin varð settur á, so her sá alt væl út.
Maðurin skuldi skera fyri. Hann brúkar nevniliga mátan, at skera nógv niður, til húsfólkið og tá alt er skorið av tjógnum, verður restin goymd í køliskápinum, sum annar viðskeri.
Tá knívurin varð settur á hetta kvøldið, varnaðist hann skjótt, at hetta var ikki sum tað átti. Turt grønt ”pulvur” datt úr skurðinum, og tað sýntist sum lá hetta grøna ímillum kjøtið og feittið á tjógnum.
Sum sæst á myndunum, so byrjaði hann at loysa skinnið av tjógnum, og har var simpulthen so ótýdligt innnfyri, at tey góvust at eta, tí fólkini hildu at hetta var ikki berandi í munnin.
So fór hetta kvøldið við útlendskum páleggi ístaðin. Men dagin eftir settu tey seg í samband við bóndan, og søgdu honum frá tí sum var hent teimum.
Svarið tey fingu var, at bóndin hevði latið alla sína fletting til góðkent sláturvirki. Flettingarhátturin, sum sláturvirkið brúkar hevur við sær, at skinnið verður ikki tumma á gamlan hátt, men ”skrætt” av krovinum. Hetta førir til, at luftlummar koma ímillum kjøtið og húðina og tað er her tað moðnar, tá kjøtið hongur uppi. Bóndin helt ikki, at ábyrgdin var hansara, tí hann metti at kjøtið kundi etast fyri tað, og tí fingu hesi fólkini ikki annað burturúr sambandinum við bóndan.
Men, sum vituligt er, so er helst fáur, ið vil hava slíkt kjøt á borðið, so tey valdu at skifta í ár og at fáa kjøt frá bónda ið fletti á ”gamla máta”, sum sagt varð.




