Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krúnprinsessa Mary vildi hitta Barbaru

Dávur Winther

Copenhagen Fashion Week er í Kepmannahavn hesum døgum. Í hesum sambandi var Kronprinsessa Mary við til at handa talentprísin “Designers Nest”. Her er tað m.a. tey lesandi sniðgevar, sum vísa fram og fáa handað virðislønir.

Ein sum eisini var sýndi fram við til tiltakið, Copenhagen Fashion Week, var Barbara í Gongini, sum hevur vunnið sær sóma í Danmark, men ikki minni úti í heima fyri sína serligu sniðgeving og klæði.

Hovið ringdi til Barbaru og boðu frá, at krúnprinsessa Mary var áhugað í at síggja hennara kollektión. Barbara fekk eitt hugnaligt prát við krúnprinsessa Mary, sum var áhuga í hennara serligu klæðum.

Har vóru hópin av tíðindafólki og trygdarfólki, men á “pallin” hesa lítlu løtuna, sluppu bert Mary og Barbara, sum greiddi frá.

Mary var fyrikomandi og hevði sett seg væl inn í hvat Barbara hevði fingist við og gekk prátið væl, sum vardi í umleið 20 minuttir, greiði frá Barbara frá í stuttari telefonsamrøðu í dag.

“Eg eri jú føroyingur, tí havi eg eisini bundin klæði við”, greiddi Barbara Mary frá. Hetta helt Mary vera serliga áhugavert og eisini at Barbara roynir at leggja seg eftir burðardyggari framleiðslu og tilfarsvali.

Greinar og myndir, sum lýsa vitjanina hjá Krúnprinsessa Mary:

http://www.b.dk/mode/barbara-i-gongini-ingen-er-alene-i-moerket

http://www.b.dk/mode/se-kronprinsesse-mary-til-talentprisen-designers-nest

Harleyfacadeacryl