Í vikuskiftinum herjaði ódnin Egon í Danmark og elvdi tað við sær at Stórabelts-brúgvin lat aftur fyri ferðslu. Men krúnprinsur Frederik mátti yvirum brúnna og fekk loyvið frá donsku løgregluni. Umframt Charlie Hebdo, hava hesi tíðindini litað donsku miðlarnir í nakrar dagar.

Keypmannahavn: Krúnprinsur Frederik skuldi til Herning, har hann skuldi vera við til at heiðra donsk ítróttarfólk. Ávegis til Herning var brúgvin stongd og sama skilið var á heimferðini.
Men hann fekk loyvið frá løgregluni. Summi meta tað vera langt úti, og onnur gera bert flenna at hesum.
Nakrar myndir eru farnar í umfar í sosialu miðlunum í sambandi við margháttligu hendingina.
Kelda: dr.dk