Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kryvjivirkið nýggj tænastumiðstøð hjá Bakkafrost

Oliver Joensen

 Kryvjivirkið, sum Bakkafrost á sinni seldi til trolvirkið Vónina er nú aftur í Bakkafrost regi. 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost sigur, at umstøðurnar hjá Vónini broyttust, tí kom tað felagið bæði at eiga Sílnet, sum liggur á Kósini, og kryvjivirkið hjá Bakkafrost, sum felagið hevði keypt.

Vit vildu, at Kryvjivirkið hjá okkum, skuldi vera miðstøð fyri arbeiðisplássum, tí gjørdu vit av at keypa bygningin aftur, tá Vónin ikki fór at gera gagn av bygninginum.

Vit hava avgjørt, at Kryvjivirkið á vestara havnaøkið í Klaksvík, frameftir skal gerast tænastumiðstøð fyri alingina hjá okkum í Norðoyggjum. Frammanundan hava vit tænastuskipini Hans á Bakka, Martin og Ólavur. Umframt tað, hava vit fleiri smærri støðir. Júst hvat liggur hugtakinim tænastumiðstøð hava vit ikki endiliga fastlagt enn, men givið er at vit hava brúk fyri eini ávísari samskipan av tænastuni til alingina í Norðoyggjum, og hon verður so frameftir samskipað her, sigur Regin jacobsen