Peningastovnarnir mæla viðskiftafólkum til at herða KT trygdina, núenn eitt innbrot er framt í netbankan hjá einum føroyskum vinnukunda. Tað eydnaðist kortini at steðga flytingini.
Peningastovnarnir mæla viðskiftafólkum til at herða KT trygdina, núenn eitt innbrot er framt í netbankan hjá einum føroyskum vinnukunda. Tað eydnaðist kortini at steðga flytingini.
Fyri aðru ferð innan ein mánað – og fyri aðru ferð í søguni – varð aftur brotið inn í føroyskan netbanka í síðstu viku. Talan var aftur hesuferð um eitt innbrot í netbankan hjá einum vinnukunda. Tað eydnaðist kortini peningastovninum at steðga flytingini í evstu løtu.
Teldusníkar fingu umvegis telduna hjá einum vinnukunda atgongd til netbankan hjá kundanum. Starvsfólk í einum føroyskum peningastovni varnaðust innbrotið, tí sambært nýggju mannagongdunum eftir fyrra innbrotið, skulu allar uttanlandaflytingar yvir eina ávísa upphædd viðgerast og avgreiðast manuelt av starvsfólki í bankanum. Tað inniber, at peningastovnurin vendir sær til kundan fyri at fáa hann at vátta flytingina. Tað eydnaðist á hendan hátt at steðga flytingini, áðrenn hon var endaliga avgreidd. Sostatt eydnaðist tað ikki tjóvunum at stjala peningin. Málið er meldað til løgregluna, sum fylgir transaktiónsslóðini.
Higartil hava øll netbankainnbrot í donskum og føroyskum peningastovnum verið møgulig, tí brúkarin ikki hevur havt nøktandi KT-trygd á síni egnu teldu. KT-brotsfólk hava lagt njósnaraforrit – sonevnt malware – á teldur, sum geva KT-brotsfólkunum atgongd til telduna hjá brúkaranum. Hetta merkir atgongd til skjøl, myndir, teldupostar, loyniorð og trygdarlyklar til netbankan.
14. mai 2013 broyttu peningastovnarnir mannagongdir eftir tað fyrsta innbrotið í netbankan. Peningastovnarnir gera alt fyri at verja kundarnar móti KT-brotsfólkum, og næstu tíðina verða broytingar settar í verk. Kunnað verður meira um hetta í næstum.
Sambært galdandi reglum eru allir privatkundar tryggjaðir ímóti tapum, sum standast av møguligum innbrotum í netbankan.Vinnukundar eru hinvegin ikki vardir ímóti slíkum tapum. Møguligt er kortini at tekna eina trygging ímóti KT-brotsverkum. Til ber at leita sær ráðgeving um hetta hjá tryggingarfeløgunum.
Tú minkar um vandan fyri tílíkum innbrotum við at fylgja nøkrum einføldum leiðreglum:
· Nýt eitt antivirusforrit, sum verður dagført sjálvirkandi og altíð er virkið.
· Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk.
· Nýt ein persónligan firewall á telduni.
· Trýst ikki á leinkjur og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, um tú ikki veitst, hvør sendarin er.
· Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt er skeivt.
· Um tú hevur illgruna til møguligt virus á telduni, so skalt tú bíða við at brúka netbankan, til trupulleikin er loystur.
· Ver sera varin við at lata tínar persónligu upplýsingar umvegis netið – t.d. í telduposti ella umvegis onkra heimasíðu.
· Tak bert niður forrit frá netinum, sum eru frá álítandi keldum og heimasíðum
· Ansa væl eftir tínum loyniorðum. Tey skulu vera torfør at gita. Nýt tí ikki føðingardag og annað slíkt sum loyniorð.




